Føroyskur skattarættur - page 151

151
rætt til avskriving, kann skattlig avskriving ikki verða gjørd tað ella tey
inntøkuár, slík nýtsla ikki hevur verið.
6.4.4.2. Avskrivingartreytir
Einans bygningar, sum verða nýttir vinnuliga, kunnu verða avskrivaðir skatt­
liga. Ásett er í § 17 í avskrivingarlógini, hvat slag av bygningum kunnu verða
avskrivaðir. Talan er um tríggjar bólkar av bygningum:
a. Bygningar, sum bara verða nýttir til handverk og ídnað, her íroknað
neyðug skrivstovuhøli og goymsluhøli.
b. Gistingarhús burturav, ella bygningar til útleigu við minst 10 íbúðum,
her íroknað neyðug skrivstovuhøli og goymsluhøli.
c. Aðrir bygningar, undir hesum skrivstovubygningar- og goymslubygn­
ingar, har minst 75% av gólvvíddini verða nýtt vinnuliga, her íroknað
neyðug goymsluhøli.
§ 17, stk. 2 í avskrivingarlógini ásetur, at avskriving kann ikki verða gjørd av bygn­
ingum, sum verða nýttir til bústað ella endamál í sambandi við tað uttan so, at skatt­
ligar avskrivingar eru loyvdar sambært ásetingunum í a. – c., sum tilskilað framman­
fyri.
Hesa rættarstøðu staðfesti
Landsskattakærunevndin í
avgerð frá 26.06.2000 (j. nr.
99S01-0085)
, har nevndin staðfesti eina avgerð at sýta skattliga avskriving, tí talan
var um bygning við einari íbúð (beboelseshus), sum varð nýttur til bústað. Í hesum
máli var talan um skattgjaldara, sum átti hús í Danmark, sum hann leigaði út. Skatt­
lig avskriving varð ikki sýtt við teirri grundgeving, at eigarin ikki sjálvur brúkti hann.
Henda avgerð vísir tí eisini, at einki er til hindurs fyri hjá einum, ið leigar út bygning
at gera skattligar avskrivingar, um so er, at leigarin brúkar bygningin vinnuliga.
Spurningurin um at lúka teytirnar fyri at gera bygningsavskrivingar er eisini við­
gjørdur í
Landsskattanevndini í málunum j. nr. 17/1989 og 18/1989
(sýtt at loyva
avskriving eftir § 17, stk. 1, litra a. av húsaogn, har kjallarahæddin er bakarí og
stovuhæddin privat íbúð) og
j. nr. 11/1985
(bygingur hjá EDV-virki mettur sum
ídnaðarbygingur).
6.4.4.3. Avskrivingarhátturin
Bygningar í bólki a og b kunnu verða avskrivaðir upp í 7%av útveganarpening­
inum um árið tey fyrstu 10 árini og síðan upp í 2% av útveganarpeninginum
11. árið og næstu árini.
Bygningar í bólki c kunnu verða avskrivaðir upp í 4% av útveganarpening­
inum um árið tey fyrstu 10 árini og síðan upp í 1% av útveganarpeninginum
11. árið og næstu árini.
1...,141,142,143,144,145,146,147,148,149,150 152,153,154,155,156,157,158,159,160,161,...284
Powered by FlippingBook