Føroyskur skattarættur - page 153

153
num, sum kann verða avskrivaður við frádátti av gjørdum avskrivingum og
sølupeningi fyri tilfar o.a. Slíkur frádráttur er tó treytaður av, at eigarin hevur
átt bygningin í minst 5 ár fyri niðurtøkuna og í hesum tíðarskeiðið hevur
brúkt bygningin til endamál, sum geva rætt til avskriving.
Mannagongdin kann verða lýst við einum
dømi,
har fastogn, sum kann verða
avskrivað, verður útvegað fyri 2 mió. kr., av teimum eru 500.000 kr. fyri grundøki.
Næstu árini fram til niðurtøkuárið verða gjørdar avskrivingar til samans 300.000 kr.,
og niðurtikið tilfar verður selt fyri 100.000 kr. Í hesum førinum kann niðurtøkuárið
verða gjørdur frádráttur í skattauppgerðini 1.100.000 kr. = 1.500.000 kr. – (300.000
kr. + 100.000 kr.).
6.4.4.6. Grótkast o.a.
Grótkast o.a. til alibrúk til vinnuliga nýtslu burturav, sum ikki kunnu verða
avskrivað sum rakstrargøgn eftir 1. kapitli í avskrivingarlógini, kunnu verða
avskrivað á sama hátt sum bygningar í bólki a og b upp í 7% av útveganar­
peninginum um árið tey fyrstu 10 árini og síðan upp í 2% av útveganar­
peninginum 11. árið og næstu árini.
Sum útveganarpeningur fyri alibrúk í hesum sambandi eru at rokna út­
reiðslur til grótkast í sjónum, byrgingar á landi og til vatnleiðingar. Hinvegin
kunnu útreiðslur til vegagerð, planering og annað jørðarbeiði og at inngirða
økið ikki verða tiknar við sum partur av avskrivingargrundarlagnum.
Skattlig avskriving av útveganarpeninginum fyri grótkast o.a. til alibrúk er
treytað av loyvi líkningarvaldsins.
6.4.4.7. Søluvinningur og afturvunnar avskrivingar
Meginreglan í føroyskum skattarætti er eftir § 29 í skattalógini, at staðfestur
vinningur ella tap av sølu ella aðrari avhending viðvíkjandi ognum, skal ikki
verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni uttan so, at
annað er ásett í skattalóggávuni. Umrøtt er frammanfyri, at slík áseting er t.d.
í § 27 í skattalógini, har vinningur tá ið ogn verður avhend í sambandi við
vinnu ella spekulatión skal verða tikin við í inntøkuuppgerðina.
Ein onnur áseting um frávik frá meginregluni er í § 25 í avskrivingarlógini,
sum sigur, at tá ið bygningur, sum kann verða avskrivaður sambært avskriv­
ingarlógina, verður seldur ella á annan hátt avhendur fyri meir enn tað skatt­
liga bókaða virðið, skulu vinningur og gjørdar avskrivingar verða tiknar við í
inntøkuuppgerðina avhendingarárið. Sama er galdandi fyri grundstykki, har
bygningur stendur ella
hevur
staðið, ið kundi verið avskrivaður sambært
avskrivingarlógina.
1...,143,144,145,146,147,148,149,150,151,152 154,155,156,157,158,159,160,161,162,163,...284
Powered by FlippingBook