Føroyskur skattarættur - page 160

160
Men vert er at leggja sær í geyma, at lógin (§ 3, stk. 1)
eisini
ásetur, at vinn­
ingur ella tap sambært § 1 í lógini (sí útgreining viðvíkjandi § 1 niðanfyri),
sum er liður í skattgjaldarans vinnuliga virksemi, skal verða roknað við í
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni sambært skattalógini.
Spurt kann verða, hví tað hevur áhuga at gera av, um kapitalvinningur og tap
skulu verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni og
skulu verða ásett til skattingar eftir kapitalvinningsskattalógini ella tey skulu
verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir skatta-
lógini og verða ásett til skattingar eftir ásetingarlógini?
Svarið er, at tað kann vera munur á uppgerðarháttinum viðvíkjandi
skattskyldugu inntøkunum eftir ávikavist skattalógini og kapitalvinnings-
skattalógini; og at tað er
týðandi munur
á skattaásetingini eftir hesum lógum.
Løgfrøðiligir persónar rinda skatt, sum er 18% av skattskyldugu inntøkuni
uttan mun til, um hon er gjørd upp eftir skattalógini ella kapitalvinnings-
skattalógini, og einstaklingar rinda stígandi skatt upp í í mesta lagi 50% av
skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini, men einans 35% (hækkað til 39%
í 2010, 38% í 2011, 37% í 2012, 36% í 2013, síðan aftur 35% í 2014 og
eftirfylgjandi ár) av skattskyldugu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógi-
ni.
7.2. VINNULIGT FÍGGJARVIRKSEMI UNDIR
SKATTALÓGINI
Sambært § 3, stk. 1 í kapitalvinningsskattalógini liggur tað greitt, at tað eru
ásetingarnar í skattalógini, sum framvegis eru galdandi fyri peningastovnar
og aðrar skattgjaldarar, sum hava tað sum vinnu at reka tað virksemið, sum er
ásett í § 1 í kapitalvinningsskattalógini. Øll onnur (tey, sum ikki reka fíggjar-
vinnu) koma undir ásetingarnar í kapitalvinningsskattalógini.
Spurningurin um, nær talan er um vinnu ella ikki (ítriv) kann ikki verða
svaraður alment. Tað krevst, at ítøkiliga verður mett um virksemið í tí ein­
staka førinum. Spurningurin er umrøddur frammanfyri, har m.a. er víst á ein
dóm hjá Eystara landsrætti frá 27. september 2002 viðvíkjandi hesum spurn­
ingi í sambandi við støðutakan, um terminsavtalur í fremmandum gjaldoyra
vóru vinnuligt virksemi ella ítriv. Hóast hesar avtalur ikki koma undir virk­
semið undir § 1 í kapitalvinningsskattalógini, ber væl til at brúka niður­
støðuna í umrødda dómi hjá landsrættinum sum vegleiðing.
Niðurstøðan hjá landsrættinum var, at treytin fyri at rokna virksemið sum
1...,150,151,152,153,154,155,156,157,158,159 161,162,163,164,165,166,167,168,169,170,...284
Powered by FlippingBook