166
7.3.2.1.2. At áseta útveganarupphædd
Útveganarupphæddin er tann uphædd, eigarin rindar fyri virðisbrævið; og
søluupphæddin er tann upphædd, eigarin fær fyri at selja virðisbrævið.
Tá ið partabrøv verða teknað, er útveganarvirðið tekningarupphæddin.
Hevur partabrævaeigarin goldið fyri at fáa ein tekningarrætt, er útveganarvi-
rðið fyri partabrævið tann upphædd, sum er goldin fyri rættin umframt
tekningarupphæddina. Er goldið fyri
ein rætt
til frípartabræv, skal henda
upphædd somuleiðis verða løgd aftur at útveganarvirðinum.
Stendur einum eigara í boði at tekna umbýtilig lánsbrøv, hevur tekningarrætt
urin virði 0 kr. Selur hann tekningarrættin, er vinningurin søluvirðið minus
0 kr. Verður tað umbýtiliga lánsbrævið innfríað til pari, er eingin vinningur
ella tap. Verða umbýtilig lánsbrøv umbýtt til partabrøv ella innskotsprógv
o.a., hevur hetta ongan skattligan týdning. Útveganarvirðið fyri partabrævið
er tað sama sum fyri tað umbýtiliga lánsbrævið.
Er talan um skattafrítt at umskipa persónliga rikið vinnuvirki til partafelag
eftir umskipanarlógini, er útveganarvirðið á partabrævinum, sambært § 4,
stk. 2 í umskipanarlógini, tað skattliga virðið á ognum og skuld hjá virkinum
umskipanardagin. Vísir útveganarvirðið seg at vera negativt, skal hetta nega
tiva virðið verða lagt aftur at søluupphæddini, tá partabrævið verður avhent.
Gjøllari um umskipanarlógina seinni.
Verður keypt ella selt í fremmandum gjaldoyra, skulu søluupphæddirnar og
keypsupphæddirnar verða umroknaðar keypsdagin ella søludagin.
Útreiðslur
í sambandi við at útvega virðisbrøv skulu verða lagdar aftur at
útveganarvirðinum; og útreiðslur, sum eigari hevur í sambandi við avhend
ing, kunnu við uppgerðina viðvíkjandi vinningi verða drignar frá søluvirð
inum. Slíkar útreiðslur kunnu t.d. vera søluprovisjón, útreiðslur til advokat
ella grannskoðara.
7.3.2.1.3. At avhenda virðisbræv til útgevandi felagið
Eftir § 5, stk. 1 í kapitalvinningsskattalógini skal eigarin, sum eigur virðis-
brævið, sum verður avhent til tað felagið, sum hevur givið út hetta virðisbræv,
rokna avheningarupphæddina sum vinningsbýti. Avleiðingin er, at
øll uphæddin,
og ikki bara munurin millum útvegnarupphædd og avhendingarupphædd, skal
verða inntøkuførd sum skattskyldug inntøka eftir kapitalvinningsskattalógini.
Av hesum sæst, at tað er at bera saman við at útluta vinningsbýti, tá eigari,
sjálvboðin ella tvungin, avhendir virðisbrøv, íroknað umbýtilig lánsbrøv og