Føroyskur skattarættur - page 162

162
7.3. IKKI-VINNULIGT FÍGGJARVIRKSEMI UNDIR
KAPITALVINNINGSSKATTALÓGINI
Vinningur og tap av at avhenda ognir (aktiv), sum eru fevnd av kapitalvinn­
ingsskattalógini, skulu verða gjørd upp eftir realisatiónsmeginregluni, sum er
munurin millum avhendingarupphædd og útveganarupphædd. Uppgerðar­
hátturin er partabræv fyri partabræv, sum merkir, at hevur avvarðandi eigari
fleiri partabrøv, skal verða hugt eftir, nær tað júst selda partabrævið er útvegað.
Hevur ein eigari fleiri partabrøv við somu rættindum í sama felag, er FIFO-
-meginreglan galdandi, sum merkir, at tað, sum fyrst er útvegað, verður
roknað sum fyrst avhent.
7.3.1. Uppgerð viðvíkjandi inntøkum undir
kapitalvinningsskattalógini (§ 14-uppgerðin).
Tann í árinum realiseraði vinningur ella tap, sum er staðfestur við niðanfyri
tilskilaðu aktivum (1 – 7), skulu eftir § 14 verða løgd saman. Vísir uppgerðin
avlop, er meginreglan, at skattur skal verða rindaður av úrslitinum ávikavist
18% ella 35% alt eftir, um talan er um løgfrøðiligar persónar ella einstak­
lingar. Vísir uppgerðin hall, er meginreglan, at tað til fulnar kann verða drig­
ið frá í uppgerðini eftir § 14 næstu árini. Hall kann tó bara verða flutt fram
til frádrátt eitt seinni inntøkuár í tann mun, tað ikki er rúm fyri tí í nettovinn­
ingi eitt fyrri ár. So statt skal hallið verða drigið frá, skjótast til ber. Tað ber
ikki til at leypa eitt ár um og draga hetta hallið frá í inntøkuni eitt seinni ár.
Vísir inntøkuuppgerðin
eftir skattalógini
hjá løgfrøðiligum persóni (feløgum,
grunnum o.ø.) hall, kann tann løgfrøðiligi persónurin taka vinning, sum er
uppgjørdur eftir kapitalvinningsskattalógini, við í uppgerðina viðvíkjandi
skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini. Slík mótrokning í halli eftir skatta­
lógini er avmarkað til tann partin av vinninginum, sum rindar hall (uppgjørt
eftir skattalógini), undir hesum hall, frá eldri inntøkuárum, sum tann
løgfrøðiligi persónurin kann føra fram til frádrátt í seinni inntøkuárum.
Vert er at geva sær far um, at hall uppgjørt eftir kapitalvinningsskattalógini
kann ikki á sama hátt verða flutt til mótrokningar í avlopi eftir skattalógini.
Eisini er vert at geva sær far um, at einans løgfrøðiligir persónar hava henda
mótrokningarmøguleikan.
7.3.2. Ognir (aktiv), sum eru undir kapitalvinningsskattalógini
§ 1 tilskilar allar tær ognir (øll tey aktiv), sum eru undir lógini. Tær eru:
1. Vinningur ella tap av at avhenda partabrøv, íløguprógv og slík virðisbrøv
umframt vinning ella tap, ið stendst av at siga frá sær ella avhenda
serstøk
1...,152,153,154,155,156,157,158,159,160,161 163,164,165,166,167,168,169,170,171,172,...284
Powered by FlippingBook