152
Av tí, at hvør bygningur skal verða avskrivaður fyri seg og av tí, at ein og sami
bygningur kann verða brúktur til endamál, sum koma undir fleiri av nevndu
bólkum a – c, umframt tað, at umbygging og/ella útbygging skal verða av
skrivað fyri seg eftir síni egnu tíðargongd, er umráðandi at gera nágreiniligan
skattaroknskap. Harafturat er vert at minnast aftur á, at bygningsavskriving
er bundin, so t.d. ógjørd avskriving eitt ár, ikki leingir avskrivingartíðar
skeiðið.
Sum
dømi
kann verða víst avskriving av bygningi, sum bæði kann verða avskrivaður
eftir a og c.:
Útveganarpeningur 4.500.000, av tí grundøki fyri 500.000. Gólvvíddarbýtið mi-
llum a og c er 50/50
a-endamál
Avskriving,
1. árið, 7% av 2.000.000
= 140.000
„
2. árið, 7% av 2.000.000
= 140.000
„
„
„
„
„
11. árið, 2% av 2.000.000
= 40.000
„
12. árið, 0% av 2.000.000
=
0
c-endamál
Avskriving,
1. árið, 4% av 2.000.000
= 80.000
„
2. árið, 0% av 2.000.000
=
0
„
„
„
„
„
ár 11.1% av 2.000.000
= 20.000
„
ár 12.1% av 2.000.000
= 20.000
Umbygging fyri 1.000.000 av partinum til a-endamál 5. árið
Avskriving,
1. árið, 7% av 1.000.000
= 70.000
„
„
„
11. árið, 2% av 1.000.000
= 20.000
„
„
6.4.4.4. Skaði, sum ikki verður afturbøttur
Verður skaði á bygning ikki afturbøttur, kann framhaldandi avskriving av
bygninginum bara verða gjørd av tí partinum av útveganarpeninginum, sum
svarar til lutfallið millum virðið á bygninginum eftir at skaðin hendi og virðið
beint frammanundan
6.4.4.5. Niðurtøka
Tað árið, ein bygningur, sum kann verða avskrivaður, verður niðurtikin,
kann frádráttur verða gjørdur samsvarandi tí partinum av útveganarpeningi-