144
Hendi skaðin, meðan rakstrargagnið varð nýtt til aðra nýtslu (eginnýtslu), er
slíkur frádráttur ikki loyvdur.
Er slíkt endurgjald
hægri
enn umvælingarútreiðslurnar, skal tann parturin av
vinninginum (muninum), sum svarar til lutfallið millum skattligu avskriv
ingarnar og roknaðu avskrivingarnar, verða inntøkuførdur, jbr. uppgerðina
eftir § 8, stk. 1 í avskrivingarlógini frammanfyri.
6.4.3. Skip til vinnuliga nýtslu
Avskriving viðvíkjandi skipum til vinnuliga nýtslu kann verða gjørd sambært
ásetingunum í 3. kapitli í avskrivingarlógini.
Skattligar avskrivingar av skipum til vinnuliga nýtslu burturav verða sum
meginregla gjørdar á sama hátt sum skattligar avskrivingar av rakstrargøgn
um, sum burturav verða nýtt vinnuliga. Avskrivað verður eftir salduháttinum
og av øllum skipum saman á einari saldu. Rakstrargøgn til vinnuliga nýtslu
umborð á skipunum, eru eisini partur av slíkari skipasaldu, eins og veiði-
loyvi, sum eru undir lógini um vinnuligan fiskiskap
61
, eru partur av hesi
skipasaldu. Meginreglan fyri skipaavskrivingar er eisini, at árliga avskrivingin
kann vera í mesta lagi 30% av salduni. Er talan um persónligar skattgjaldarar,
eru møguleikarnir tó avmarkaðir við serligari áseting í § 16b í avskrivingarlóg
ini. Sí gjøllari um hesar niðanfyri.
6.4.3.1. Negativ salda
Ein skipasalda kann, á sama hátt sum avskrivingarsalda av rakstrargøgnum til
vinnuliga nýtslu burturav, gerast negativ, tá ið sølupeningur fyri skip, undir
hesum rakstrargøgn og veiðiloyvi, skulu verða drigin frá sum frágongd í
salduuppgerðini.
Ein skipasalda, sum verður negativ, kann verða javnað fult ella partvíst uppá
hesa mátar:
• inntøkuførast sama ár, hon er vorðin negativ
61 Í viðmerkingum landsstýrisins til hesa áseting í avskrivingarlógini (§ 11, stk. 3), løgtingsmál nr.
25/2001, verður sagt, at tað eru bara tey veiðiloyvi, sum verða nýtt vinnuliga, sum koma undir skipa
salduna. Sagt verður, at hetta merkir, at um keypt verða veiðiloyvi, sum ikki eru ætlað at nýta í
fiskiskapinum, og hesi verða seld við vinningi, skal hesin vinningur verða viðgjørdur eftir áseting
unum í skattalógini. Í slíkum førum kann skattseting fara fram, um sølan kemur undir ásetingarnar í §
27 í skattalógini, jbr. avgerð hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 16.06.2004 (
mál nr. 03-02-22-4)
,
staðfest av Føroya rætti í
dómi frá 7. februar 2006.