Føroyskur skattarættur - page 149

149
Ansað eftir:
ikki at avskriva meira enn 30% av saldu og at skattlig salda skal
vera minst ájøvn við restskuld av upprunalánum.
Avmarkingarnar kunnu verða vístar við einum
dømi:
Skipasalda
20.000.000
Lán í skipum (restskuld)
20.000.000
Vinningur av skiparakstri
0
Falnir avdráttir í árinum av upprunaligum lánum
500.000
Onnur (netto)inntøka
500.000
Av tí at eingin vinningur er av skiparakstri, kann meginreglan um 30% salduavskriv­
ing ikki verða brúkt.
Tá restskuldin av láni í skipum er ájøvn við skipasalduna fyri avskrivingar, og eingin
vinningur er av skiparakstri, er einans møguligt at avskriva 15% av skipasaldu, tó
hægst 15% av aðrari (netto)inntøku.
15% av skipasaldu, tó hægst 15% av aðrari inntøku
75.000
Ársins skipaavskriving
75.000
Tá persónligir skattgjaldarar gera skipaavskrivingar, krevja líkningarmyndug­
leikarnir, sum avleiðing av hesum avmarkingum, at:
1. Rakstrarroknskapur fyri skip ella part í skipi skal verða gjørdur fyri seg.
Inntøkur og/ella útreiðslur frá øðrum virksemi skulu ikki verða tiknar við
í hesum roknskapi.
2. Restskuldin av upprunaligum lánum í skipi ella skipspørtum seinast í
rakstrarárinum skal vísast í fíggjarstøðuni. Lángevari skal verða tilskil­
aður.
3. Avdráttir av upprunaligum lánum í skipi ella skipspørtum, ið eru falnir
til gjaldingar í inntøkuárinum, skulu verða tilskilaðir fyri seg í roknskap­
inum.
Harafturat er í kunngerð frá Líkningarráði Føroya frá 4. desember í 1978
ásett ein víðkað upplýsingarskylda, sum skal verða uppfylt fyri at fáa rætt til
avskrivingar og forskotsavskrivingar av skipspørtum og bátspørtum. Eigar­
arnir skulu eftir hesi kunngerð lata líkningarmyndugleikanum avrit av eig­
arasáttmála ella upplýsingar um eigaraviðurskiftini undirskrivað av øllum
eigarunum, navn og bústað eigaranna, hvussu stórur ognarparturin er, og
hvør hevur rætt til at gera bindandi avtalur fyri allar eigararnar. Skrivliga frá­
boðanin skal vera undirskrivað í seinasta lagi 31. desember í avvarðandi inn-
tøkuári og send líkningarmyndugleikanum í seinasta lagi 20. januar árið eftir.
1...,139,140,141,142,143,144,145,146,147,148 150,151,152,153,154,155,156,157,158,159,...284
Powered by FlippingBook