146
3) Kostnaður av miðvíst at skifta yvir eitt áramál (endurnýggja) einstøk smá
tól skal verða lagt aftur at skipasalduni sum tilgongd.
4) Kostnaður av at skifta eitt tól um við eitt annað, sum er størri og betri,
skal verða lagdur aftur at skipasalduni sum tilgongd.
5) Kostnaður av at keypa tól, sum higartil ikki hava verið brúkt umborð, av
konstruktiónsbroytingum, umbyggingum og skifti í hesum sambandi og
tílíkum, skal altíð verða lagdur aftur at skipasalduni sum tilgongd.
6) Hevur skip verið fyri óhappi, skal tann kostnaður, sum er neyðugur at
halda fyri at fáa skipið aftur í sama stand, verða útreiðsluførdur sum
rakstrarkostnaður. Tryggingargjald skal verða inntøkuført. Eru útreiðsl
urnar størri enn tryggingarendurgjaldið, kann munurin bara verða
útreiðsluførdur sum rakstrarkostnaður, um talan í síni heild er um vanl
iga umsiting, sum hevur til endamáls at halda skipið í sama standi.
Annars skal munurin verða lagdur aftur at skipasalduni sum tilgongd fyri
at kunna verða avskrivaður. Eru útreiðslurnar lægri enn tryggingarendur-
gjaldið, kann munurin verða drigin frá skipasalduni sum frágongd eftir §
4, stk. 3 í avskrivingarlógini.
7) Hevur skipið nýliga fingið nýggjan eigara, skulu útreiðslur til skifti í síni
heild verða lagdar aftur at skipasalduni sum tilgongd.
8) Verður skifti lagt aftur at skipasalduni, kann § 4 í avskrivingarlógini
verða nýtt, verða tær ásettu treytirnar annars loknar.
6.4.3.3. Fiskireiðskapur
Kostnaður at útvega fiskireiðskap, sum vanliga er samansettur av fleiri eind
um, sum kosta minni enn 20.000 kr. fyri hvørja eind, kann verða útreiðslu
førdur sum rakstrarkostnaður. Kostnaður til eindir av fiskireiðskapi, sum er
hægri enn 20.000 kr., kann sum meginregla verða útreiðsluførdur sum
rakstrarkostnaður, tí tíðin, hann heldur, kann vera rættiliga stutt.
6.4.3.4. Nótir til kraftblokkaskip
Hvør nótin fyri seg til kraftblokkaskip kann verða avskrivað yvir 3 ár. Ferst
nótin, áðrenn hon er avskrivað til fulnar, kann restsaldan verða drigin frá í
rakstrinum ta árið, hon ferst.
6.4.3.5. Forskotsavskriving av byggikostnaði
Hóast nakrar av megintreytunum fyri at kunna gera skattligar avskrivingar
eru, at ognarluturin skal vera latin (leveraður) og tikin í vinnuliga nýtslu,
loyvir avskrivingarlógin (§ 13) sum undantak frá hesum megintreytum at
gera
forskotsavskrivingar
av kostnaðinum at byggja ella umbyggja deksfar til
vinnuliga nýtslu.
Treytin er tá, at bindandi sáttmáli er gjørdur um slíka bygging ella umbygging.