Føroyskur skattarættur - page 148

148
saldu er ikki galdandi uttan undantak fyri persónligar skattgjaldarar, sum
gera skattligar avskrivingar av skiparakstri.
Sambært § 16b í avskrivingarlógini er avskriving 30% av skipasaldu einans
gjørlig fyri persónligar skattgjaldarar, um so er, at úrslitið av skiparakstri er so
mikið, at rúm er fyri at avskriva full 30% av skipasaldu.
Gevur úrslitið av skiparakstrinum ikki rúm fyri 30% avskrivingum av skipa­
saldu, kann avskrivast upp í 15% av skipasaldu afturat av aðrari inntøku hjá
skattgjaldaranum, tó ikki meir enn 15% av hesi inntøku við frádráttum,
íroknað hall av skiparakstri.
Er úrslitið av skiparakstrinum ikki nóg stórt at rinda teir í inntøkuárinum
falnu avdráttir av upprunaligu lánunum
62
í skipi ella parti í skipi, sum skatt­
gjaldarin eigur, kann verða avskrivað ájavnt við avdráttirnar av upprunaligu
lánunum í staðin fyri vinning av skiparakstri. Harafturat kann verða avskriv­
að upp í 15% av aðrari inntøku, tó ikki meir enn 15% av hesi inntøku við
frádráttum, íroknað hall av skiparakstri. Verður avskrivingin í hesum føri so
stór, at saldan gerst minni enn restskuldin av upprunaligu lánunum, kann
ikki verða avskrivað meira enn, at saldan gerst ájøvn við restskuldina.
Er so mikið avskrivað, at saldan fyri avskriving er ájøvn við ella minni enn
restskuldin á upprunaligu lánunum, kann ikki verða avskrivað meir enn
vinning av skiparakstri og fyrr nevndu 15% avmarkingarnar á ávikavist saldu
og aðrari inntøku.
Tá skattgjaldarar, sum koma undir hesa avmarking, gera skattauppgerðina,
skulu teir skilja millum vinning av skiparakstri og aðra inntøku og gera av,
um vinningurin av skiparakstrinum er størri ella minni enn falnu avdráttirnir
í inntøkuárinum av upprunalánum í skipi ella skipspørtum.
Í stuttum kann avmarkingin í § 16b eisini verða lýst:
1) 30% salduavskriving, um úrslitið av skiparakstri rúmar hesum.
Um
ikki
, so
2) Avskriva ájavnt við størra talið av ávikavist
falnum avdráttum
ella
úrslit­
inum fyri avskrivingar
+
Hægst 15% av saldu, tó hægst 15% av aðrari inntøku við frádráttum
62 Upprunalig lán er øll lántøka, sum hevur til endamáls at fíggja byggikostnað ella skipakeyp umframt
lántøka, sum hevur samband við seinri umbygging viðvíkjandi skipi treytað av, at henda umbygging
verður førd yvir avskrivingarsalduna.
1...,138,139,140,141,142,143,144,145,146,147 149,150,151,152,153,154,155,156,157,158,...284
Powered by FlippingBook