Føroyskur skattarættur - page 154

154
Staðfest tap av sølu ella aðrari avhending viðvíkjandi slíkum bygningi ella
grundstykki skal tó ikki verða tikið við í inntøkuuppgerðina. Er bygningurin
ella grundstykkið útvegað fyri 1. januar 1950, skulu einans gjørdar avskriving­
ar (afturvunnar avskrivingar) verða tiknar við í inntøkuuppgerðina. Tá vinn­
ingur av sølu ella aðra avhending viðvíkjandi bygningi ella grundstykki, sum
er útvegað 1. januar 1950 ella seinni, skal verða gjørdur upp, skal útveganar­
peningurin
prístalsviðgerast
fram til seinasta ásetta prístal undan avhendingar­
degnum sambært tær prístalsásetingar, ið galdandi hava verið síðani 1. januar
1950
65
.
Vinningur og gjørdar avskrivingar verða tiknar við í inntøkuuppgerðina
avhendingarárið. Vinningur og gjørdar avskrivingar, tá bygningur verður
avhendur, sum kundi verið avskrivaður sambært § 17, stk. 1, litra a í av­
skrivingarlógini (bólki a) ella grundstykki, har slíkur bygningur stendur ella
hevur staðið, kunnu tó verða brúkt til at endurútvega samsvarandi bygning (í
bólki a) ella rakstrargøgn til vinnuliga nýtslu burturav sambært 1. kapitli í
avskrivingarlógini í seinasta lagi næsta inntøkuár aftaná avhendingarárið.
Uppgerð viðvíkjandi søluvinningi og afturvunnum avskrivingum, tá bygningur og
grundstykki verða avhend, kann verða víst við einum
dømi
, har bygningur og grund­
stykki, sum eru útvegað 1. januar 1990 fyri 2.500.000 kr., harav 500.000 kr. eru fyri
grundstykkið, verða avhend 1. januar 2006 fyri 4.500.000 kr. Gjørdar avskrivingar í
tíðarskeiðinum eru 1.500.000 kr.
Bygningur útvegaður 1. januar 1990
2.000.000
Byggigrund útvegað 1. januar 1990
500.000
Gjørdar avskrivingar
1.500.000
Skattligt bókað virði
500.000
Søluprísur
4.500.000
Prístalsviðgerð viðvíkjandi útveganarvirði
2.500.000 x 15.6154/9.9070
66
3.940.619
Søluvinningur
559.381
At inntøkuføra:
65 Prístalsviðgerðin verður dagførd hjá TAKS og er partur (skjal 1) av rundskrivi nr. 10 frá 7. desember
1992 viðvíkjandi prístalsviðgerð viðvíkjandi bygningum sambært § 25 í avskrivingarlógini.
66 § 25, stk. 3 í avskrivingarlógini ásetur, at útveganarpeningurin skal verða prístalsviðgjørdur fram til
seinasta ásetta prístal
undan
søludegnum. Talvan, sum er partur av rundskrivi nr. 10 frá 7. desember
1992, vísir, at prístalið 4. ársfjórðing í 1989 var 9.9070, og at prístalið 4. ársfjórðing í 2005 var
15.6154.
1...,144,145,146,147,148,149,150,151,152,153 155,156,157,158,159,160,161,162,163,164,...284
Powered by FlippingBook