145
• útvega skip, undir hesum veiðiloyvum, til vinnuliga nýtslu í seinasta lagi
næsta inntøkuár
• útvega rakstrargøgn til vinnuliga nýtslu burturav í seinasta lagi næsta
inntøkuár
• útvega vinnuligar bygningar (handverk og ídnað) sambært § 17, stk. 1,
litra a í avskrivingarlógini í seinasta lagi næsta inntøkuár
• inntøkuførast árið eftir, hon er vorðin negativ
• tá serligar umstøður tala fyri tí, kann TAKS leingja nevndu freistir við
teirri treyt, at trygd verður veitt fyri skattgjaldingini.
Onnur viðurskifti viðvíkjandi tí at javna negativa saldu, sum umrødd eru
frammanfyri viðvíkjandi rakstrargøgnum til vinnuliga nýtslur burturav, eru
eisini galdandi, tá ið skipasalda gerst negativ, eitt nú at leingja freistina, javna
negativa saldu millum kapitlarnar og gevast við virkseminum.
6.4.3.2. Útreiðslubýti sum ávikavist tilgongd til avskrivingarsaldu og
rakstur
Útreiðslur at umvæla og umsita skip verða útreiðsluførdar beinleiðis sum
rakstrarútreiðslur. Íløgur verða útreiðsluførdar við at avskriva av skipavirð
inum (skipasalduni).
Skipið verður avskrivað sum ein eind, tað merkir, at saldovirðið (skipavirðið)
fevnir bæði um skrokkin og allar maskinur og innrættingar.
Tá eitt av teimum rakstrargøgnum, sum er partur av skipsvirðinum, verður
skift út, er loyvt at útreiðsluføra hetta beinleiðis sum rakstrarkostnað, um so
er, at tað skiftið kann sigast ikki at hava ávirkað skipsvirðið. Hevur skiftið
verið so umfatandi, at hildið verður, at tað hevur ávirkað skipsvirðið, skal
kostnaðurin verða lagdur aftur at skipsvirðinum (tilgongd til avskrivingar
salduna). Hetta verður sum oftast gjørt, tá ið høvuðsmotorar, ljósmotorar,
spøl o.s.fr. verða skift.
Samanumtikið kann útreiðslubýtið sum ávikavist
tilgongd til skipasalduna
ella
sum
rakstrarkostnaður
útgreinast soleiðis:
1) Vanligt útskifti vegna slit ella brek kann verða útreiðsluført beinleiðis
sum rakstrarkostnaður, um tað nýggja tólið er sama ella slíkt slag sum
tað, ið skift verður, samanber tó niðanfyri.
2) Kostnaður fyri at skifta stórt kostnaðarmikið tól, eitt nú høvuðsmotor,
ljósmotor, spøl, elektroniska útgerð, frystiútgerð, navigatiónstól o.tíl.
skal í síni heild verða tikin við sum tilgongd til skipasalduna, tá hesir lutir
at kalla altíð ávirkað skipsvirðið.