Føroyskur skattarættur - page 155

155
Gjørdar avskrivingar
1.500.000
Søluvinningur
559.381
Til samans
2.059.381
Í hesum døminum er talan um ein bygning í bólki a. Eigarin kann tí inntøkuføra
upphæddina í seinasta lagi næsta inntøkuár ella gera enduríløgur í bygning í sama
bólki ella í rakstrargøgn til vinnuliga nýtslu burturav.
6.4.4.8. Tryggingarpeningur ella endurgjaldspeningur
Tryggingarpeningur ella endurgjaldspeningur fyri umrøddu bygningar og
grundstykki elvir til somu skattligu avleiðingar, sum samsýning í sambandi
við at slíkar ognir verða seldar ella avhendar.
Eigarin kann tó sambært § 26 í avskrivingarlógini fáa undantøku fyri at taka
vinningin við í inntøkuuppgerðina, um hann brúkar
allan
peningin til endurbygging ella endurútvegan fyri skadda ognarlutin
og
brúkar vinningin til for-
skotsavskriving viðvíkjandi útreiðslum til endurbygging ella endurútvegan.
Avskrivingargrundarlagið undir endurbygda ella endurútvegaða ognarlut­
inum er virðið á hesum ognarluti eftir tað, at forskotsavskrivingin er drigin
frá.
Slíkt loyvi verður givið við treytum, sum eru gjøllari ásettar í § 26 í av­
skrivingarlógini.
6.4.5. Ymiskar ásetingar í avskrivingarlógini
6.4.5.1. Full skattskylda heldur uppat hjá persónligum
skattgjaldarum
Í §§ 16a og 16c í avskrivingarlógini eru ásetingar um
persónligar
skattgjald­
arar, hvørs fulla skattskylda heldur uppat í Føroyum, og sum ávikavist hava
havt vinning av ognum, sum kunnu verða avskrivaðir eftir avskrivingarlógini
ella
hava avskrivað av ognum, sum teir eiga uttanlands. Í slíkum førum skulu
verða rindað 40% av vinninginum ávikavist 40% av gjørdum avskrivingum
tað árið, skattskyldan heldur uppat.
6.4.5.2. Broyttar gjørdar avskrivingar
Eftir § 29, stk. 3 í avskrivingarlógini kunnu gjørdar avskrivingar ikki uttan
loyvi líkningarvaldsins verða
broyttar
eftit tað at freistin fyri at lata inn sjálv­
uppgávuna er farin. Skattgjaldarin hevur so statt ikki nakað lógar
krav
at rætta
skeivleikar, tá freistin fyri at lata inn sjálvuppgávuna er farin. Vert er at minna
1...,145,146,147,148,149,150,151,152,153,154 156,157,158,159,160,161,162,163,164,165,...284
Powered by FlippingBook