156
á, at tað stendur einum skattgjaldara frítt fyri at gera av, um hann brúkar
møguleikan sambært lógini at gera skattligar avskrivingar
67
.
6.4.5.3. At taka ímóti ella avhenda ognarlutir sum arv ella arvaforskot
§ 30 í avskrivingarlógini ásetur, at tað at fáa ognarlutir sum arv ella arvafor-
skot, verður javnsett við tað at keypa. At avhenda ognarlutir sum gávu ella
arvaforskot, verður javnsett við at selja avvarðandi ognarlutir.
6.4.5.4. At flyta avskrivingarbærar ognarlutir millum privatnýtslu og
vinnuliga nýtslu
§ 31 í avskrivingarlógini ásetur, at tað at flyta ognarlutir, sum kunnu verða
avskrivaðir eftir kapitlunum 1 – 4 í lógini, annaðhvørt til eginnýtslu burtur
av ella til bæði eginnýtslu og vinnuliga nýtslu, verður javnsett við at selja og
keypa avvarðandi ognarlutir. Verða somu ognarlutir, sum einans verða brúktir
privat, fluttir til vinnuliga nýtslu burturav ella til bæði privatnýtslu og vinnu,
verður flytingin javnsett við at keypa avvarðandi ognarlutir. Virðið á slíkum
ognarlutum skal verða ásetast til handilsvirðið um flutningsmundið.
Eftir § 34 í
skattalógini
skal vinningur ella hall hjá hjúnafelaga, sum flytur
ognir til hin hjúnafelagan til nýtlsu í vinnuvirki hansara, ikki verða talt við í
skattskyldugu inntøkuni hjá fyrrnevnda. Aftaná slíka yvirflyting verða ogn
irnar avskrivingarliga og viðvíkjandi vinningi/halli viðgjørdar, sum hevði
móttakaranum útvega tær tá og fyri somu peningahædd, sum tær í sínari tíð
vórðu útvegaðar fyri og verða fyrr gjørdar avskrivingar mettar, sum hevði
hann gjørt tær.
Verða ognirnar hinvegin fluttar til hin hjúnafelagan og fluttar til aðra nýtslu,
eru ásetingarnar í § 31 í avskrivingarlógini galdandi.
6.4.5.5. Vinnuligt virksemi heldur uppat ella verður selt
§ 31a í avskrivingarlógini ásetur, at virksemið her á landi verður roknað sum
hildið uppat, tá tann vinnurekandi hevur avhent sínar ognir, sum kunnu
verða avskrivaðar sambært lógini. Verða slíkar ognir, sum hava verið nýttar í
skattskyldugum virksemi her á landi, fluttar til nýtslu uttanlands, er slík
flyting at javnseta við sølu. Virðið er handilsvirðið um flutningsmundið.
67 Líkningarvaldið hevur í rundskrivi nr. 2 frá 22. mai 1997 um broyting í gjørdum avskrivingum givið út
eina vegleiðing um, nær og undir hvørjum treytum tað loyvir at broyta gjørdar avskrivingar.