Føroyskur skattarættur - page 170

170
Tað verða ikki sett ávís krøv um realisasjónsháttin, ella sagt á annan hátt,
hvussu vinningurin ella tapið eru realiserað. At realisera vinning og tap
viðvíkjandi krøvum og skuld er tó treytað av broytingum í viðurskiftunum
millum ognaran og skuldaran, t.d. við innloysing ella avhending. Vanliga
kann skuldaraskifti ikki fara fram, uttan at ognarin loyvir tí. Í teimum før­
um, tá eitt skuldaraskifti fer fram, eftir tað at ognarin hevur givið loyvi til
tess, er realisering fyri ognaran løgd fram. Fer eitt skuldaraskifti fram, uttan
at ognarin loyvir tí, er bara talan um realisering fyri skuldaran. Fyri ognaran
er tá eingin realisering farin fram. Tá ognarin avhendar krav sítt til triðja-
mann, er avhending fyri ognaran løgd fram, men ikki fyri skuldaran. Tá er
eingin realisering farin fram viðvíkjandi skuldini hjá skuldaranum.
Dømi um umstøður, ið gera tað, at vinningur og tap verða realiserað, kunnu
vera:
• at skuldarin innloysir skuldina fult ella partvíst. Bæði ognari og skuldari
ásanna við hesum vinning ella tap. Undir hetta hoyrir at konvertera eitt
krav til partabrøv í debitorfelagnum.
• at ognarin avhendar kravið. Við avhending verður meint, at ognarrætt-
urin til kravið verður fluttur. Tað hevur einki at siga, um tað at avhenda
ognarrættin hendir av fríum vilja ella er tvungið. Reglurnar galda tí eisini,
tá ognarrætturin verður fluttur við sølu, umbýti, gávu/arvaforskoti,
kreditorforfylging ella útlutan úr einum deyðsbúgvi, sí tó §§ 12 og 13 í
kaptalvinningsskattalógini.
• Broytingar í avtalutreytunum fyri eitt krav ella eina skuld kunnu vera
av slíkum slagi, at broytingin merkir, at stovnað verður nýtt krav ella
skuld, t.d. at gjaldoyra verður broytt.
• Verða feløg løgd saman, er talan um realisering, tó ikki um samanlegg-
ingin er eftir reglunum um skattafría samanlegging.
7.3.2.2.2. Uppgerðin viðvíkjandi vinningi og tapi av krøvum
Vinningur og tap av krøvum verða gjørd upp sum munurin millum
útveganarupphædd og avhendingarupphædd. Vinningur og tap verður gjørd
upp fyri hvørt krav sær.
Sum útveganarupphædd er at rokna tað, sum er goldið fyri kravið, ella um
tað ikki kann verða staðfest, kursvirðið, tá kravið varð útvegað.
Avhendingarupphæddin er tað virðið, ið kravið kastar av sær við realisasjón,
t.d. søluupphæddin, akkorddividenda o.s.fr. Við gávu og arvaforskoti o.ø. er
virðið handilsvirðið.
1...,160,161,162,163,164,165,166,167,168,169 171,172,173,174,175,176,177,178,179,180,...284
Powered by FlippingBook