176
partin av útveganarvirðinum fyri partabrøvini. Tá partabrævið seinni verður
selt, verður vinningur ella hall gjørt upp samsvarandi einum útveganarvirði,
sum er tann eftirverandi parturin av upprunaliga útveganarvirðinum.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um kapitalvinningsskattalógina sigur
landsstýrið, at tá ið gjørt skal verða av, um undantaksloyvi skal verða givið,
skal dentur verða lagdur á, at útlutanin ikki bara er eitt alternativ til vanliga
at útluta vinningsbýti. Undantak skal tí bara verða givið, um niðurskrivingin
einans er grundað á felagsins vinnuligu viðurskifti, t.d. um felagið hevur
minkað virksemið, soleiðis at partapeningurin ikki longur svarar til veruliga
fíggjarliga virksemi felagsins. Vanliga skal vera talan um eina ávísa niður-
gongd í virkseminum og ikki bara broyttan rakstur. Tað verður gjørd ein
meting viðvíkjandi øllum umstøðum í málinum, har tað millum annað er
týdningarmikið, um lækkingin fer fram stutt eftir, at virksemið er minkað,
vanliga ikki longur enn 1 ár, um útlutanin á leið samsvarar við upphædd
irnar, sum eru innkomnar við einari sølu, og um tað framvegis er munandi
virksemi í felagnum.
Tað er eisini ein treyt fyri at fáa undantaksloyvi, at lækkingin ávirkar
partaeigararnar lutfalsliga líka, soleiðis at sínámillumbýtið millum partaeigar
arnar ikki verður broytt.
7.3.2.5. Aktiv undir § 1, nr. 6
Aktiv undir hesum punkti eru rentuinntøkur.
Hugtakið renta verður vanliga allýst sum „gjald fyri møguleikan til at ráða
yvir fremmandum kapitali, og verður regluliga roknað við einum prosentparti
av tí til eina og hvørja tíð verandi skuld“.
Allar rentuinntøkur, uttan tær sum eru tilskilaðar í § 10, stk. 4 í kapital
vinningsskattalógini, eru undir hesum punkti. Sum dømi kunnu verða nevnd
renta av privatum útlánum frá einstaklingum ella løgfrøðiligum persónum,
renta av innistandandi í føroyskum ella útlendskum peningastovnum, renta
av veðbrøvum og lánsbrøvum, útlendskum eins og føroyskum.
Tær rentuinntøkur, sum sambært § 10, stk. 4,
ikki
skulu verða roknaðar við
í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, eru:
1. Rentur, sum verða góðskrivaðar kontuni fyri eina eftirlønarskipan við
innskoti í peningastovni o.tíl., so leingi tær ikki verða útgoldnar.
2. Renta av ov nógv goldnum skatti og avgjøldum.