Føroyskur skattarættur - page 181

181
anum aftur skattafrítt, sbr. § 29, nr. 3 í skattalógini. Á henda hátt kann skatt­
legging eftir hesi lógini verða umgingin.
Avgerðin, at útvegarin kemur í avhendarans skattliga stað, skal verða frá-
boðað TAKS í seinasta lagi, tá ið avhendarin letur inn sjálvuppgávuna.
7.3.6. Skattafrítt partabrævaumbýti
Við virknaði frá 1. januar 2016 hevur borið til at fremja partabrævaumbýti
skattafrítt. Tað er ein treyt, at útvegandi og útvegaða felagið eru skrásett sum
partafeløg ella smápartafeløg í Føroyum.
Heimildin er í § 13a í kapitalvinningsskattalógini, sum ásetur, at parteigararnir
í útvegaða felagnum kunnu í sambandi við umbýti av partabrøvum verða
skattaðir sambært ásetingunum í §§ 9 og 11 í løgtingslóg um skattafría
samanlegging.
Talan er um skattafrítt partabrævaumbýti, um útvegandi felagið í sambandi
við umbýtið útvegar ein part av partabrævakapitalinum hjá útvegaða felag­
num við tí úrsliti, at útvegandi felagið
fær meirilutan av atkvøðunum í útveg­
aða felagnum
.
Talan er eisini um skattafrítt partabrævaumbýti, um útvegandi felagið,
sum
longu hevur meirilutan av atkvøðunum, útvegar størri part í útvegaða felagnum
og afturfyri geva teimum partabrøv ella partar í fyrra felagnum umframt
møguligt javnandi ískoyti. Treytirnar um, at útvegandi felagið skal fáa meiri­
lutan av atkvøðunum í útvegaða felagnum, eru uppfyltar, hóast útvegandi
felagið eftir partabrævaumbýtið verður klovið sambært ásetingunum í § 11 a
í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
Handilin við partabrøvum skal verða framdur áðrenn 6 mánaðir eru lidnir
frá fyrsta umbýtingardegi. Um freistin ikki verður hildin, og er undantak ikki
givið, verður partabrævaumbýtið roknað at vera skattskyldugt. TAKS kann
leingja freistina, um tað fær umbøn um hetta, áðrenn 6 mánaðir eru lidnir.
Partabrævaumbýti kann ikki fremjast við virknaði aftureftir.
Ásetingarnar í § 9 í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., verða brúktar
fyri tey partabrøv í útvegaða felagnum, sum verða samsýnt við øðrum enn
partabrøvum í útvegandi felagnum, og ásetingarnar í § 11 í somu lóg fyri
partabrøvini í útvegandi felagnum, sum verða móttikin sum samsýning fyri
latnu partabrøvini. Hetta merkir, at umbýtið ikki elvir til skatting hjá parta
1...,171,172,173,174,175,176,177,178,179,180 182,183,184,185,186,187,188,189,190,191,...284
Powered by FlippingBook