Føroyskur skattarættur - page 187

187
Eru hesi virðisbrøv skrásett á virðisbrævamarknað ultimo 2006, skal skrásetta
kursvirðið á midnátt 31. desember í 2006 verða brúkt sum skattligt
útveganarvirði.
Eigarar kunnu sum triðja møguleika nýta veruliga útveganarvirðið sum skatt­
ligt útveganarvirði. Brúkar eigari henda møguleika, skuldi hann havt boðað
TAKS frá hesum fyri 1. oktober í 2007. Annars skal útveganarvirðið verða
ásett eftir einum av áður nevndu háttum.
§ 28, stk. 5 ásetur eina
avmarking fyri tapsfrádrátti
í sambandi við avhending
seinni, tá tað skattliga útveganarvirðið er ásett sambært meting. Tí, um slík
avhending gevur tap, kann tapsfrádrátturin ongantíð vera hægri enn tað
tapið, sum upprunaliga útveganarvirðið á virðisbrævinum hevði givið, um
selt var til sama prís. Ásetingin er helst ætlað at skula forða fyri, at frádráttur
fæst fyri „fiktiv“ virði.
7.4. BURTURLEIGA ELLA BURTURFESTING
Eyðkenni fyri kapitalvinning er, at talan er um inntøku ella ágóða, sum
ognir/íløgur, ið skattgjaldari hevur útvegað/gjørt, kasta av sær. Við øðrum
orðum kann eisini verða sagt, at talan er um at fáa til høldar fruktirnar av
gjørdum íløgum.
Tann seinasta inntøkan ella kapitalvinningurin, sum skal verða nevnd, er
tann, sum fæst av burturleigu ella burturfesting fyri fasta ogn, leysafæ ella
rættindi og lunnindi og eisini av bústaði ella húsarúmi til vinnu í egnum hús­
um. Tær her nevndu inntøkur ella vinningur skulu eftir § 25, nr. 2 í
skatta­
lógini
verða inntøkuførdar, tá ið rætturin til teirra er vunnin.
1...,177,178,179,180,181,182,183,184,185,186 188,189,190,191,192,193,194,195,196,197,...284
Powered by FlippingBook