Føroyskur skattarættur - page 183

183
Umbýti uttan loyvi er eisini treytað av, at útvegandi felagið ikki avhendar
partabrøv í útvegaða felagnum í einum tíðarskeiði uppá 3 ár aftaná
umbýtingardagin. Umbýtingardagurin er tann dagur, tá partabrævaumbýtið
endaliga verður samtykt í útvegandi felagnum. Hetta krav
(holdingkravið)
byrjar so statt henda dagin. Hví hendan avmarking er sett inn í lógina, tykist
ógreitt, tí eitt trý ára mark finst ikki longur í føroyskari skattalóggávu við­
víkjandi avhending av partapeningi. Sambært viðmerkingarnar til lógarupp­
skotið, er trý ára feistin sett inn sum verndarregla, sum skal eggja til, at
felagsluttakarar varðveita samsýnandi partbrøvini í longri tíðarskeið eftir eina
skattafría umskipan.
Lógin ásetur eisini, at avhendar útvegandi felagið partabrøvini í útvegaða
felagnum, áðrenn 3 ár eru liðin eftir umbýtingardagin (uttan at skattafrí um­
skipan fer fram aftaná), verður umbýtið skattskyldugt, og partabrøvini í út­
vegaða felagnumverða roknað sumavhendað til triðjamann umbýtingardagin.
At áseta hesa 3 ára freistina er ørkymlandi.
Partaeigararnir hava møguleika fyri at søkja TAKS um at sleppa undan skatt­
legging við at
søkja um loyvi til skattafrítt partabrævaumbýti
. Um skattafrælsið
eftir hetta skal varðveitast, skal tað mótvegis TAKS prógvast, at umbýtið og
avhendanin av partabrøvunum í útvegaða felagnum eru handilsliga grundað.
Fer skattafrí umskipan fram eftir, at skattafrítt partabrævaumbýti er framt,
heldur holdingkravið á í tíðarskeiðinum, sum eftir er, og er galdandi fyri
felagsluttakaran ávikavist luttakandi felagið ella feløgini í sambandi við um­
skipanina.
Tað áliggur útvegandi felagnum at lata TAKS upplýsingar um, at felagið
hevur luttikið í skattafríum umbýti uttan loyvi eins og TAKS eisini skal hava
fráboðan, um útvegandi felagið avhendar partabrøv í útvegaða felagnum,
áðrenn 3 ár eru liðin eftir partabrævumbýtið. Um holdingkravið orsakað av
seinni skattafríari umskipan í restini av tíðarskeiðinum, verður latið víðari til
felagsluttakaran ella luttakandi felagið ella feløgini í umskipanini, áliggur
fráboðanarskyldan hesum felagsluttakara ella luttakandi feløgum.
7.3.7. Skattur eftir kapitalvinningsskattalógini
7.3.7.1. Av vinningsbýti
Eftir § 15 hevur útlutandi eindin (løgfrøðiligi persónurin) skyldu til at
halda
aftur
skatt av vinningsbýti, sum útlutað verður. Í seinasta lagi 14 dagar eftir
1...,173,174,175,176,177,178,179,180,181,182 184,185,186,187,188,189,190,191,192,193,...284
Powered by FlippingBook