191
8.3. SKATTAFRÍ UMSKIPAN EFTIR
UMSKIPANARLÓGINI
Sum nevnt frammanfyri kann ein umskipan viðvíkjandi persónliga rikna
virkinum til vinnufelag til handilsvirðið hava við sær, at vinningur verður
staðfestur, sum eigarin skal geva upp til skattingar. Hesin mátin krevur, at
eigarin hevur gjaldføri at rinda álíknaða skattin. Vísir tað seg at vera ov
kostnaðarmikið at fáa til vega gjaldføri ella ov trupult av øðrum orsøkum at
umskipa á henda hátt, er møguligt at gera slíka umskipan skattafrítt eftir
umskipanarlógini.
Umskipan eftir umskipanarlógini byggir á tríggjar meginreglur:
1. Umskipað kann verða uttan at eigarin verður skattlagdur í sambandi við
umskipanina.
2. Felagið kemur upp í (succederar í) skattligu støðuna hjá eigaranum
viðvíkjandi útveganartíð, ætlan við útvegan og útveganarvirði á teimum
ognum, sum verða fluttar yvir í felagið.
3. Útvegnarvirðið á partabrøvum ella innskotsprógvum, sum eigarin fær,
verður gjørt upp eftir serligum reglum við tað, at tann vinningur, sum
eigarin ikki skal verða skattlagdur av, tá felagið verður stovnað, verður
drigin frá í skattliga útveganarvirðinum á partabrøvunum ella innskots-
próvnum. Eigarin kann so statt verða skattaður, tá partabrævið/innskots-
prógvið verður avhent.
Felagið kemur upp í skattligu støðuna hjá eigaranum við teirri avleiðing, at
eingin vinningur/tap ella afturvunnar avskrivingar verða realiseraðar hjá
eigaranum í sambandi við ognirnar verða avhendar til felagið. Talan er
soleiðis um at útseta skattsetingina, tí felagið verður skattað, um vinningur/
tap ella afturvunnar avskrivingar verða realiseraðar um ella tá felagið seinni
avhendir innskotnu ognirnar. At felagið kemur upp í skattligu støðuna hjá
eigaranum merkir t.d. eisini, at felagið heldur fram at gera skattligar avskri-
vingar, har eigarin endaði, t.d. at avskriva av rakstrargøgnum 30% av tí sal-
do, eigarin kundi gera avskrivingar av.
Henda mannagongdin um at koma upp í skattligu støðuna hjá eigaranum,
ið, sum longu umrøtt, verður nevnd successjónsreglan, er gjøllari útgreinað í
§ 6 í umskipanarlógini. Í stk. 2 – 4 er ásett, at um eigarin hevur keypt ognar-
lut fyri at selja hann aftur við ágóða ella søla viðvíkjandi slíkum ognum fellur
undir vinnu hansara, verður felagið, tá tað selur ognarlutin, skattað eftir