201
Onnur treyt er, at skattligi samanleggingardagurin skal vera tann sami sum
dagfestingin av byrjunarfíggjarstøðuni hjá móttakandi felagnum og tann
sami dagurin, sum roknskaparárið hjá móttakandi felagnum byrjar.
9.3.2. Innskjótandi felagið
Skattskylduga inntøkan hjá innskjótandi felag, verður gjørd fyri tíðarskeiðið
frá seinasta vanliga roknskaparári til samanleggingardagin, líka mikið hvussu
langt hetta tíðarskeiðið er. At felagið heldur uppat í sambandi við saman
leggingina, hevur onga ávirkan á skattaálíkningina. Hevur innskjótandi
felagið eitt roknskaparár, sum endar áðrenn 31. desember, og samanleggingar
dagurin liggur ímillum henda dag og 31. desember, verður innskjótandi
felagið sett í skatt síðstu ferð fyri alt tíðarskeiðið frá roknskaparárinum
frammanundan og til samanleggingardagin.
Partabrøv, sum verða innloyst við reiðum peningi, verða roknað sum avhend
fyri kursvirðið á samanleggingardegnum og skulu verða viðgjørd eftir
kapitalvinningsskattalógini.
9.3.3. Móttakandi felagið
Móttakandi felagið kemur upp í (succederar) skattligu støðuna hjá inn
skjótandi feløgum viðvíkjandi útveganarvirðum, útveganartíðum, ætlanum
o.s.fr., og ábyrgist fyri skattakrøvum og avgjaldskrøvum hjá innskjótandi
feløgum,
Sí avgerð hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 29.10.2003 (mál nr. 03-02-21-4)
,
har nevndin m.a. viðmerkti, at tá ið feløg verða løgd saman sambært lóg um skatta
fría samanlegging, kemur móttakandi felagið upp í støðuna hjá innskjótandi felag
num. Ogn og skuld hjá innskjótandi felagnum verða fluttar í móttakandi felagið, og
hetta felagið kemur upp í tey rættindi og tær skyldur, sum tað innskjótandi felagið
hevði, jbr. § 8 í lógini um skattafría samanlegging.
Móttakandi felagið yvirtekur ognirnar til skattliga niðurskrivaða virðið. Og har
afturat verður móttakandi felagið roknað, sum um tað hevur keypt ognirnar, tá tær
upprunaliga vóru keyptar og til sama endamál.
Í hesum málinum var kravið hjá kæraranum, at ein negativ salda, sum stóðst av at
ein bygningur varð seldur í seinasta roknskaparárinum frammanundan saman
leggingini, skuldi kunna mótroknast í skattligari avskrivingarsaldu hjá móttakandi
felagnum. Skatta- og avgjaldskærunevndin staðfesti avgerðina hjá Toll- og skattstov
uni, at negativa saldan hjá innskjótandi felagnum skuldi verða inntøkuførd, tí orsøk
in til negativu salduna var ikki samanleggingin, men at bygningurin varð seldur, og