Føroyskur skattarættur - page 209

209
Tey partabrøvini, sum eigararnir í innskjótandi felagnum fáa sum samsýning,
verða roknað sum útvegað somu tíð, sum tey umbýttu partabrøvini. Men,
tey partabrøv, sum verða innloyst við reiðum peningi, verða tó roknað sum
avhend fyri kursvirðið á samanleggingardegnum.
Hava innskjótandi felagið og móttakandi felagið ella feløgini ikki sama kloyv­
ingardag, verður kloyvingardagurin fyri innskjótandi felagið nýttur. Kurs­
virðið kloyvingardagin avger, hvør lutfalsligur partur av partabrøvunum hjá
partaeigarunum í innskjótandi felagnum verður roknaður sum avhendaður
aftur fyri tøka samsýning.
Verða partabrøv í uppathaldandi felagnum seld, verður henda partabrævasøla
skattliga viðgjørd eftir kapitalvinningsskattalógini. Um partaeigari hevur
fleiri partabrøv í uppathaldandi felagnum enn tey, sum verða mett sum seld,
og eru partabrøvini ikki útvegað samstundis, verða tey fyrst útvegaðu roknað
sum seld.
Um innskjótandi felagið
heldur uppat
í sambandi við kloyvingina verða mót­
tiknu partabrøvini handfarin, sum vórðu tey útvegað samstundis og fyri
somu útveganarupphædd og við sama endamálið, sum umbýttu partabrøvini
Tá innskjótandi felagið ikki heldur uppat, halda partaeigararnir fram við
partabrøvunum í felagnum, og tí skal útveganarupphæddin hjá hvørjum
partaeigara býtast á upprunaligu innistøðuna av partabrøvum í innskjótandi
felagnum og á samsýnandi partabrøvini í móttakandi felagnum.
Upprunaliga útveganarupphæddin verður býtt millum partabrøvini í inn­
skjótandi felagnum og í móttakandi feløgunum. Tá ið útveganarupphæddin,
sum luttakararnir í innskjótandi felagnum skulu leggja aftrat partabrøvunum
í móttakandi felagnum ella feløgunum, verður útveganarupphæddin fyri
partabrøvini í innskjótandi felagnum áðrenn kloyvingina býtt lutfalsliga á
samlaðu innistøðuna eftir kloyvingina. Býtið fer fram sambært lutfallinum
millum øðrumegin kursvirðið kloyvingardagin á partabrøvunum í innskjót­
andi felagnum og hvørt av teimum móttakandi feløgunum og hinumegin
samlaða kursvirðið á partabrøvunum í bæði innskjótandi felagnum og mót­
takandi feløgunum.
Eru partabrøvini í innskjótandi felagnum skattliga ymisk, verður lutfalsligt
býti gjørt fyri partabrøvini eftir kursvirðinum av partabrøvunum í innskjót­
andi felagnum kloyvingardagin.
1...,199,200,201,202,203,204,205,206,207,208 210,211,212,213,214,215,216,217,218,219,...284
Powered by FlippingBook