208
Tá ið innskjótandi felagið heldur uppat í sambandi við kloyvingina hava
móttakandi feløgini solidariska skyldu at ansa eftir, at sjálvuppgáva verður
latin inn fyri innskjótandi felagið.
Heldur eitt innskjótandi felag ikki uppat sum avleiðing av kloyvingini, hevur
innskjótandi felagið skyldu at lata sjálvuppgávu inn eftir kloyvingina. Av
somu orsøk skulu móttakandi felagið ella feløgini ikki, sum tá talan er um
kloyving við uppathaldi, lata sjálvuppgávu inn fyri innskjótandi felagið við
víkjandi seinasta inntøkuárinum.
Móttakandi feløgini ábyrgjast solidariskt fyri skatta-, avgjalds- og sektarkrøv
um inntil kloyvingardagin, sum sambært ásetingunum í skattalóggávuni
kunnu gerast galdandi ímóti innskjótandi felagnum, uttan mun til um
felagið heldur fram ella heldur uppat í sambandi við kloyvingina. Solidariska
ábyrgdin hjá móttakandi feløgunum fevnir tískil ikki um krøv, sum eru
stovnað eftir kloyvingardagin. Heldur innskjótandi felagið uppat, yvirtekur
móttakandi felagið øll tey krøv, sum innskjótandi felagið hevði móti TAKS
viðvíkjandi viðbót, endurgjaldi og avslopsskatti.
Eins og galdandi er í sambandi við samanlegging, hava feløgini skyldu til at
syrgja fyri, at TAKS fær neyðugu upplýsingarnar í sambandi við kloyvingina.
9.4.4. Hall
Við kloyving er meginreglan, at móttakandi felagið hevur ikki møguleika fyri
at brúka skattlig hall frá feløgunum, sum luttaka í kloyvingini. Avmarkingin
er einans galdandi fyri móttakandi felagið.
Á sama hátt sum við samanlegging er undantak í teimum førum, tá luttakandi
feløgini hava verið samskattað, og hallið stavar frá samskattatíðarskeiðinum.
Skattliga hallið skal vera stovnað í einum av luttakandi feløgunum, ímeðan
feløgini hava verið samskattað.
Tá klovið verður í deildir, veður skattligt hall hjá innskjótandi felag varðveitt
óávirkað av kloyvingini.
9.4.5. Kapitaleigararnir
Um innskjótandi felagið
heldur uppat
í sambandi við kloyvingina, verða mót
tiknu partabrøvini handfarin, sum vórðu tey útvegað samstundis og fyri
somu útveganarupphædd og við sama endamálið, sum umbýttu partabrøvini.