206
ella innskotsprógvunum. Minnast kann á, at til ber at biðja um bindandi svar
frá TAKS um henda spurning.
Innihaldsligu treytirnar viðvíkjandi flyting av ogn og skuld hjá innskjótandi
felagnum til móttakandi felagið ella feløgini eru tengdar at, um innskjótandi
felagið heldur fram ella heldur uppat í sambandi við kloyvingina. Um
innskjótandi felagið ikki heldur uppat, er talan um at kloyva felagið í deildir.
Virðið á partabrøvunum, sum verða latin sum samsýning, umframt møgulig
ur tøkur peningur, skal samsvara við handilsvirðið á ogn og skuld, sum verður
flutt til eitt móttakandi felag. Talan er sostatt um samlaðu samsýningini, sum
verður latin partaeigarunum í innskjótandi felagnum í sambandi við kloyv
ingina og at partaeigarar innanhýsis skulu fáa samsýning í mun til teirra
eigarapart í innskjótandi felagnum.
Ein onnur treyt fyri at kloyva skattafrítt uttan loyvi er, at ognir og skyldur, sum
verða fluttar til móttakandi felag kunnu samansetast soleiðis, at innanhýsis lut
fallið samsvarar við lutfallið millum ognir og skyldur í innskjótandi felagnum.
Endamálið er at forða fyri, at felagið, ístaðin fyri skattskylduga sølu av parta
brøvum, fremur skattafría kloyving av ognunum til eitt móttakandi felag og
samstundis flytur skyldurnar í einum lutfalli, sum fer upp um lutfallið millum
ognir og skyldur í innskjótandi felagnum, og soleiðis minkar um skattskylduga
vinningin, tá ið partabrøvini seinni verða avhendað í móttakandi felagnum.
Treytin skal eisini forða fyri, at virðini í innskjótandi felagnum minkað niður
í einki við at brúka ásetingarnar um skattafría kloyving uttan loyvi, og at
felagið soleiðis stendur eftir við skuld, sum fer upp um tað lutfallið, sum var
millum ognir og skyldur og soleiðis hevur við sær, at ein skattskyldugur
vinningur í sambandi við sølu av partabrøvunum verður minni.
Heldur innskjótandi felagið ikki uppat í sambandi við kloyvingina, skulu
ogn og skuld, sum verða flutt til eitt móttakandi felag, roknast sum deild í
felagnum. Kloyving er ógvuliga lík flyting av ognum millum feløg, og er
endamálið við hesum kravi er at tryggja, at tað, sum verður flutt, hevur ta
eginogn, tað gjaldføri og tær ognir, sum eru neyðugar fyri, at talan er um
sjálvstøðugt lívføra fyritøku.
Eitt móttakandi felag, sum hevur tikið lut í einar skattafríari
kloyving uttan
loyvi
skal boða frá hesum í seinasta lagi samstundis, sum sjálvuppgávan
verður latin inn fyri tað inntøkuárið, kloyvingin fór fram.
2064