203
203
Eisini er í hesum føri galdandi, at hall fyri sama tíðarskeið í einum av saman
løgdu feløgunum kann ikki minka um skattskyldugu inntøkuna í móttakandi
felagnum, um so er, at móttakandi felagið ella feløgini tann dagin, saman
leggingin er samtykt, í avgerandi mun eru uttan fyri fíggjarligan váða í
vinnuligum virksemi ella í vinnuligum virksemi í einum ella fleiri dóttur
feløgum, har felagið eigur í minsta lagi 25% av partabrævakapitalinum.
9.3.5. Kapitaleigararnir
Tey partabrøvini, sum eigararnir fáa sum samsýning, verða roknað sum
útvegað somu tíð, sum tey umbýttu partabrøvini. Men, tey partabrøv, sum
verða innloyst við reiðum peningi, verða tó roknað sum avhend fyri kursvirðið
á samanleggingardegnum og skulu verða viðgjørd eftir kapitalvinningsskatta
lógini.
Samsýnandi partabrøvini verða viðgjørd á sama hátt sum partabrøvini í inn
skjótandi felagnum, tá ið tað snýr seg um útveganarvirði og útveganardag.
Talan er í allar mátar um taka við skattligu støðuni (successión) hjá parta
brøvunum í innskjótandi felagnum. Vóru partabrøvini í innskjótandi felag
num t.d. roknað sum vinnulig, vera tey samsýnandi partabrøvini eisini
roknað sum vinnulig.
9.4. SKATTAFRÍ KLOYVING
Felagsskapirnir, sum kunnu fremja skattafría kloyving, eru
í Føroyum skrásett
partafeløg og smápartafeløg og sum ikki verða roknað sum
glærar eindir
. (Eitt
transparent felag verður ikki roknað sum sjálvstøðugt skattasubjekt. Tá
partafeløg og smápartafeløg, sum eru skrásett i Føroyum eru sjálvstøðug
skattasubjekt, er hendan ásetingin í lógini óneyðug.
Tó er tann avmarking galdandi, at feløg, sum hava skuld, ið stavar frá keyptum
virðisbrøvum í dótturfelag, kunnu ikki kloyvast skattafrítt, so leingi henda skuld
ikki er goldin.
Skattafrí kloyving er ein transaktión, har eitt (innskjótandi) felag flytur ein
part av (
grein kloyving
),
ella
alla sína ogn og sínar skyldur (
fullkomin kloyving
),
til eitt ella fleiri verandi ella nýggj (móttakandi) feløg. Innskjótandi felagið
skal flyta ogn og skuld til annað felag ella onnur feløg. Móttakandi felagið
ella feløgini skal afturfyri lata partaeigarunum í innskjótandi felagnum sam
sýning. Samsýningin skal latast partaeigarunum lutfalsliga. Hesar treytir eru
galdandi fyri
kloyving bæði við og uttan loyvi
, og verða treytirnar ikki uppfyltar,
er ikki heimild at loyva skattafría kloyving.