Føroyskur skattarættur - page 213

213
11. Samskatting
Eftir § 9 í ásetingarlógini kann Toll- og Skattaráð Føroya loyva at samskatta
partafeløgum og/ella lutafeløg
71
.
Treytirnar eru, at feløgini eru føroysk og hava sama roknskaparár. Talan skal
vera um móður-dótturfeløg, har móðurfelagið, antin einsamalt ella saman
við einum ella fleiri av dótturfeløgunum, sum koma undir samskattingina,
eigur allan kapitalin í teimum dótturfeløgum, samskattingin viðvíkur.
Nevndi eigaraskapur skal hava verið alt rakstrarárið. Sum móðurfelag í sam­
skatting verður roknað ovasta móðurfelagið, sum luttekur í samskattingini.
Fleiri lutafeløg kunnu ikki verða samskattað, men eitt lutafelag kann vera
móðurfelag í einum samtaki (einari konsern), sum verður samskattað. Sam­
skattaðu feløgini skulu gera hvør sína sjálvstøðuga uppgerð av skattskyldugu
inntøkuni.
11.1. UPPGERÐIN AV SAMSKATTINGINI
Skattskylduga inntøkan hjá øllum feløgunum í samskattingini, uppgjørd
eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni, verður tald saman í eina samskatting­
arinntøku, sum skal gerast á serligum oyðublað, sum er tøkt á heimasíðuni
hjá TAKS og skal gevast upp á sjálvuppgávuni hjá móðurfelagnum.
Áðrenn samskattingarinntøkan verður uppgjørd, verað ónýtt hall frá tíðar­
skeiðum, áðrenn feløgini vórðu samskattað, mótroknað í egnum avlopi. Um
feløg eftir hetta hava ónýtt hall frá tíðarskeiðum
áðrenn samskatting
, kunnu
hesi hall mótroknast í egnari kapitalvinningsinntøku í árinum, eftir at ónýtt
kapitalvinningshall frá eldi árum eru frádrigin í klapitalvinningsinntøkuni í
árinum.
Um feløg eftir hetta framvegis hava ónýtt hall frá tíðarskeiðum
áðrenn sam­
skatting
, kunnu hesi hall førast fram til mótrokning í eftirfylgjandi inntøku­
árum á sama hátt sum tilskilað frammanfyri.
Hava feløg eftir hetta framhaldandi egin hall frá tíðarskeiðum
undir sam­
skatting
, skulu hesi hall mótroknast í avlopi hjá tí einstaka felagnum.
71 Sí avgerð hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 26.03.2008 (mál nr. 07-02-22-42)
, sum staðfesti
avgerð hjá Toll- og Skattaráð Føroya at sýta einum grunni samskatting við partafelag.
1...,203,204,205,206,207,208,209,210,211,212 214,215,216,217,218,219,220,221,222,223,...284
Powered by FlippingBook