Føroyskur skattarættur - page 221

221
12.6. HEIMILD HJÁ LÍKNINGARVALDINUM AT
GERA BROYTINGAR
Heimildin hjá líkningarvaldinum at gera av, at fyrimunir, sum ein eigari fær
frá sínum vinnufelag, skulu verða roknaðir sum krógvað vinningsbýti, ið
hann hevur fingið útlutað, er, sum longu nevnt, í § 1, stk. 2 í kapitalvinnings­
skattalógini.
Heimildin at fremja avleiddar broytingar í álíkningini hjá felagnum stendur
t.d. í § 31 í skattalógini, sum ásetur, hvørjar útreiðslur kunnu verða roknaðar
sum rakstrarkostnaður hjá avvarðandi felag. Heimildin gongur eisini fram av
§ 25 í skattalógini og/ella samanhanginum í §§ 25, 29 og 31 í skattalógini.
Ásetingarnar í kunngerð nr. 22 frá 27.01.1993 um minstukrøv til bókhald
og roknskap hava eisini sera stóran praktiskan týdning, tá líkningarvaldið
skal gera av, um ein skattaroknskapur skal takast til eftirtektar ella ikki.
Sí t.d.
avgerð frá 16.06.2004 (mál nr. 03-03-31-7 og 04-02-23-11) hjá Skatta- og avgjalds­
kærunevndini,
har nevndin ikki góðkendi útreiðslur, tí skattgjaldarin við einum lista,
sum hann sjálvur hevði gjørt yvir keyptar vørur og einari váttan frá seljara, ikki á
nakran hátt hevði lokið ásetingarnar í kunngerðini um minstukrøv til bókhald og
roknskap. Líkningarvaldið vísti serliga á ásetingina í § 11, stk. 4, nr. 2), sum sigur, at
skjøl viðvíkjandi keypi og sølu skulu hava upplýsingar um slag, nøgd og upphædd
fyri veitingina.
Í
avgerð hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 18. juni í 2008 (mál nr. 08-02-23-
28)
sigur tann kommunala skattakærunevndin, at kærarin hevur ikki bókað allar tær
inntøkur, hann hevur vunnið rætt til sambært síni egnu uppgerð og tók tí undir við
líkningarvaldinum, at hann hevði ikki hildið ásetingarnar í kunngerð nr. 22 frá 27.
januar í 1993 um minstukrøv til bókhald og roknskap, tá inntøkuuppgerðin varð
gjørd.
1...,211,212,213,214,215,216,217,218,219,220 222,223,224,225,226,227,228,229,230,231,...284
Powered by FlippingBook