Føroyskur skattarættur - page 231

231
15. Altjóða tvískatting
Altjóðagerðin í vinnulívinum, tann økta flytingin viðvíkjandi arbeiðsmegi
ímillum lond, bústaðarbroytingar, eins og vaksandi frælsi at flyta kapital ími-
llum lond, hevur við sær alsamt fleiri skattligar trupulleikar av altjóða slag,
sum verða umrøddir í hesum parti.
Føroyskur skattarættur byggir, sum longu nevnt undir umrøðuni av grund­
reglunum, á altjóðainntøkumeginregluna, jbr. § 25 í skattalógini, ið ásetur,
at skattskylduga inntøkan fevnir um alt tað, sum hin skattskyldugi hevur lagt
inn í inntøkuárinum uttan mun til, um inntøkan stavar úr Føroyum ella
ikki.
Ásetingin í § 25 í skattalógini skal verða samanhildin vi𠧧 1 og 2 í skatta­
lógini viðvíkjandi ávikavist fullari og avmarkaðari skattskyldu til Føroya. Tað
sæst av nevndu lógargreinum, at einstaklingar ella løgfrøðiligir persónar
kunnu hava avmarkaða og enntá fulla skattskyldu til Føroya, hóast binding­
arnar til Føroya ikki eru serliga sterkar.
Full skattskylda til Føroya hevur við sær, at Føroyar kunnu krevja, at avvarð­
andi skattgjaldari skal taka alla sína inntøku við í uppgerðina viðvíkjandi
skattskyldugu inntøkuni uttan mun til, um hon er vunnin í Føroyum ella í
øðrum landi. Hinvegin kann hann draga frá allar frádráttir, sum hann hevur
hildið fyri at vinna, tryggja og halda hesar inntøkur við. Hetta merkir eisini,
at t.d. hall frá árum frammanundan kann verða framført eftir § 33, nr. 5 í
skattalógini. Skattskylduga inntøkan skal við øðrum orðum verða uppgjørd á
vanligan hátt.
Talan er um altjóðatvískatting, tá ið tvey ella fleiri lond seta krav um at skatta
ein og sama skattgjaldara (skattasubjekt) av somu inntøku ella ogn
73
.
Altjóða tvískatting kann í fyrsta lagi vera, tá ein inntøka hevur tilknýti til
meira enn eitt land, t.d., tá ein skattgjaldari við bústaði í Føroyum hevur
inntøku úr Grønlandi, og bæði Føroyar og Grønland eftir ávikavist føroyskum
og grønlendskum skattarætti kunnu skatta hesa somu inntøku: Føroyar, sum
73 Talan er um búskaparliga tvískatting, tá fleiri skattgjaldarar (skattasubjekt) skulu rinda skatt av somu
inntøku ella ogn, t.d. tá inntøkan hjá einum partafelag bæði verður skattað sum avlop hjá felagnum og
síðan, tá vinningsbýti verður útlutað til partaeigararnar, sum vinningsbýtisskattur hjá partaeigarunum.
1...,221,222,223,224,225,226,227,228,229,230 232,233,234,235,236,237,238,239,240,241,...284
Powered by FlippingBook