233
Tá rætturin til at skatta eina inntøku liggur hjá bústaðarlandinum, er hetta
orðað soleiðis í avvarðandi tvískattaavtalu, at inntøkan „kann bara“ verða
skattað í bústaðarlandinum. Í hesum føri vil keldulandið ikki taka hesa inn-
tøku við í inntøkuuppgerðina við teirri avleiðing, at inntøkan einans verður
tikin við í inntøkuuppgerðina í bústaðarlandinum, soleiðis sum altjóðainn-
tøkumeginreglan ásetur.
Tá ásett er í eini tvískattaavtalu, at bústaðarlandið kann siga frá sær rættin at
skatta eina inntøku, er talan um at víkja frá grundleggjandi rættinum hjá ein
um bústaðarlandi at skatta altjóðainntøkuna. Hetta er orsøkin, at orðingin í
tvískattaavtalum er, at keldulandið „kann“ skatta hesa inntøku. Við hesi orð
ing hevur bústaðarlandið ikki endaliga latið frá sær rættin at skatta hesa inn-
tøku. Og tí er neyðugt at hava gjøllari ásetingar, hvussu eitt bústaðarland
sigur frá sær rættin at skatta eina inntøku.
15.1. LINKINGARHÆTTIR
Í tvískattaavtalunum er eisini ásett, hvussu sleppast kann undan tvískatting
(hvussu tvískatting kann verða linkað). Talan er í høvuðsheitum um tveir
ymiskar mátar, kredittháttin og eksemptiónsháttin.
15.2. LINKING EFTIR KREDITTHÁTTINUM
Linking eftir kredittháttinum hevur við sær, at bústaðarlandið skattar altjóða
inntøkuna hjá avvarðandi skattgjaldara, men loyvir, at skattur goldin í øðrum
londum kann verða drigin frá í skattinum, sum skal verða rindaður í bústaðar
landinum av altjóðainntøkuni.
Linking eftir kredittháttinum kann verða gjørd antin sum maksimeraður
kredittur ella sum fullur kredittur.
Eyðkennið fyri linking sum maksimeraður kredittur er, at goldin skattur í
øðrum londum einans kann verða drigin frá í tann mun, hesin skattur ikki er
hægri enn skatturin í bústaðarlandinum, sum lutfalsliga fellur á inntøkuna í
øðrum londum.
Hámarkið fyri linking er tengt at, hvussu nógv er goldið í skatti uttanlands av
uttanlandsinntøkuni, og hvussu stórur partur av øllum útroknaða skattinum
lutfalsliga fellur á uttanlandsinntøkuna.
Hereftir kann sigast, at linkingin er avmarkað til at vera:
a) í mesta lagi tann uttanlands goldni skatturin av uttanlandsinntøkuni og