234
b) í mesta lagi tann skattur í bústaðarlandinum, sum lutfalsliga fellur á
uttanlandsinntøkuna.
At finna tann skattin í bústaðarlandinum, sum lutfalsliga fellur á uttanlands
inntøkuna, verður hesin linkingarbrøkurin nýttur:
skattur í bústaðarlandinum x uttanlandsinntøka
skattskyldug altjóðainntøka
Linkingarbrøkurin skal tryggja, at linkingin í skattinum í bústaðarlandinum
ikki fer upp um tann skattin í bústaðarlandinum, sum lutfalsliga fellur á
uttanlandsinntøkuna, og sumlinking skal verða givin fyri.Úrslitið av linkingar
brøkinum er tann upphædd, sum bústaðarlandið í mesta lagi kann veita
linking fyri.
At lýsa hvussu linkingarhátturin maksimeraður kredittur virkar, verður víst
eitt dømi:
inntøka í bústaðarlandinum:
200.000 kr.
útlendsk inntøka:
100.000 kr.
skattskyldug inntøka í bústaðarlandinum:
300.000 kr
Skattur av hesum:
145.000 kr.
mesta linking: 145.000 × 100.000
= 48.333 kr.
300.000
goldin skattur uttanlands a) og b):
a) 40.000 kr.
b) 50.000 kr.
Ad a) linkingin kemur at verða tann
skatturin goldin er uttanlands:
40.000 kr.
Ad b) linkingin kemur at verða tann skattur
sum lutfalsliga viðvíkur uttanlandsinntøkuni:
48.333 kr.
Eyðkennið, fyri linking sum fullur kredittur, er, at skattur goldin í øðrum
londum kann verða drigin frá í fullum vavi í skattinum í bústaðarlandinum,
hóast hesin skattur er hægri enn tann parturin av álíknaða skattinum í
bústaðarlandinum, sum fellur á inntøkuna í øðrum londum.