Føroyskur skattarættur - page 239

239
Dømi:
Grønlendsk inntøka § 25 a (eksemptión):
250.000 kr.
Inntøka úr Bretlandi (kredittur):
30.540 kr.
Føroysk inntøka:
12.750 kr.
§ 25 a frádráttur:
-37.500 kr.
Eftirlønarfrádráttur:
-43.500 kr.
Skattskyldug inntøka:
212.290 kr.
Skattur:
79.107 kr.
Skattur goldin í øðrum landi av § 25 a inntøkuni:
75.000 kr.
Skattur goldin í Bretlandi:
12.000 kr.
Inntøkan úr Grønlandi kemur undir § 25 a í skattalógini. § 25 a frádrátt­
urin, sum er 37.500 kr., hevur beinleiðis samband við inntøkuna úr Grøn-
landi og skal tí verða drigin frá inntøkuni, áðrenn linking verður roknað.
Tann grønlendska inntøkan eftir § 25 a frádrátt verður tí:
250.000 – 37.500 = kr. 212.500.
Tá eftirlønarfrádrátturin er størri enn tann føroyska inntøkan, verður tann
føroyska inntøkan í hesum døminum kr. 30.750 negativ. Tann negativa før­
oyska inntøkan skal tí verða mótroknað í útlendsku inntøkunum, sum link­
ing skal verða givin fyri. Tá skattgjaldarin í hesum døminum hevur 2 út­
lendskar inntøkur, skal tann negativa føroyska inntøkan verða býtt lutfalsliga
á tær útlendsku nettoinntøkurnar.
Lutfallið verður tí:
30.750 × 212.500/243.040 = kr. 26.886 á ta grønlendsku inntøkuna og
30.750 × 30.540/243.040 = kr. 3.864 á ta bretsku inntøkuna.
Grønlendska inntøkan, sum linking skal verða givin fyri, er tí:
kr. 212.500 – 26.886
= kr. 185.614.
Bretska inntøkan, sum linking skal verða givin fyri, er:
kr. 30.540 – 3.864
= kr. 26.676.
Linking fyri grønlendska inntøku: 79.107 × 185.614
= 69.166,55 kr.
212.290
Mesta linking fyri bretska inntøku: 79.107 × 26.676
= 9.940,45 kr.
212.290
1...,229,230,231,232,233,234,235,236,237,238 240,241,242,243,244,245,246,247,248,249,...284
Powered by FlippingBook