245
16. Eftirlønarskatting
Tá eftirlønarskatting skal verða umrødd, er neyðugt at skilja ímillum tær al
mannarættarligu eftirlønirnar og eftirlønarskipanirnar, sum eru avtalaðar
ímillum einstaklingar og tryggingarfeløg, peningastovnar ella eftirlønargrunnar.
Eyðkennið fyri almannarættarligu eftirlønirnar, t.d. fólkapensjón, avlamis-
pensjón og eftirløn úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, er, at tær eru
ásettar við lóg, verða útgoldnar sum tíðarviss gjøld við somu upphædd til
allar móttakarar, og uttan nakað krav um at móttakararnir frammanundan
skulu hava goldið inn til eftirlønina.
Eyðkennið fyri eftirlønarskipanir hjá einstaklingum er, at talan er um saman
sparing til seinni útgjald sambært avtalu um eftirlønarinngjøld, sum er gjørd
við eitt tryggingarfelag, peningastovn ella eftirlønargrunn, og at støddin á
útgjaldinum stendur beinleiðis í mát við, hvussu nógv er inngoldið. Hesar
eftirlønir kunnu gjaldast út til móttakararnar bæði sum eingangsgjøld
(kapitalupphæddir) og sum tíðarviss útgjøld yvir eitt stutt ella langt tíðar-
skeið. Eitt dømi um eftirløn av hesum seinna slagnum er tænastumannaeftir-
løn sambært løgtingslógini um tænastumannaeftirlønir, hóast tær verða gold-
nar yvir raksturin hjá landskassanum sambært árligum fíggjarlógarjáttanum.
Skattalógin ásetur, at eftirlønir, sum verða útgoldnar sum tíðarviss gjøld, eru
skattskyldugar A-inntøkur. Skattliga viðgerðin viðvíkjandi inngjøldum og
útgjøldum eftir avtalaðum eftirlønarskipanum er tó gjøllari ásett í løgtingslóg
um skatt av rentutrygging o.ø. (Rentutryggingarlógini).
Eyðkennið fyri eftirlønarskipanir, ið eru undir rentutryggingarlógini, er, at
skattligur frádráttur verður givin fyri inngjøld, og at skatturin av saman
spardu inngjøldunum og rentingini av teimum, ikki verður roknaður og
kravdur, fyrr enn tey verða útgoldin. Talan er so statt um at flyta skattingina
frá inngjaldingarárunum til útgjaldingarárini. Av hesi orsøk verður skatta-
trýstið sum oftast lægri á hesa samansparing, av tí at marginalskatturin van
liga er hægri í arbeiðsárunum, enn tá ið avvarðandi gerst eftirlønarmóttakari.
Hesin fyrimunur kann tí virka við til, at borgarar halda tað vera áhugavert at
gera avtalur um tær eftirlønarskipanir, ið koma undir rentutryggingarlógina.
Inngjøld til eftirlønarskipanir eftir rentutryggingarlógini kunnu einstaklingar
gera einsamallir ella arbeiðsgevari og løntakari í felag, ella arbeiðsgevarar
einsamallir.