Føroyskur skattarættur - page 251

251
251
um
skulu verða viðgjørd á sama hátt yvir eitt 10 ára tíðarskeið. Er allur árligi
frádrátturin minni enn 25.000 kr., hevur eigarin rætt til ein slíkan árligan
frádrátt, inntil øll inngjøldini eru drigin frá. Tó ber ikki til at draga frá størri
árliga upphædd enn ta, sum er goldin. Loyvt er ikki at rinda meira enn
25.000 kr. til samans til kapitaleftirlønarskipanir í ávikavist 2012 og 2013.
Útgjøld
eftir eftirlønarskipan við stigvísum útgjøldum skulu verða tald við í
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni.
Í rentutryggingarlógini eru ongar avmarkingar ella ásetingar um, nær útgjøld­
ini kunnu byrja eftir einari eftirlønarskipan við stigvísum útgjøldum. Tað
stendur tí pørtunum í slíkari avtalu frítt fyri at avtala, nær útgjøldini skulu
byrja.
16.3.2. Ratueftirlønarskipanir
Ein ratueftirlønarskipan kann eftir rentutryggingarlógini antin vera lutatrygg­
ing eftir § 1A ella lutaeftirlønarsamansparing eftir § 1D.
Ein
lutatrygging
er ein eftirlønarskipan, har sum tryggingarupphæddin verður
útgoldin í eins stórum lutum í 10 ár, ella tá ið tryggingin er sett saman við
eini útsettari lívrentu, treytað av, at í tryggingarskjalinum er ikki tilskilað tí,
sum kann fáa veitingarnar útgoldnar, rætt til at velja ímillum lutaútgjalding
ella kapitalútgjalding. Tryggingartakarin er tryggjaði og eigur tryggingina.
Tryggingin kann verða teknað sum váðatrygging, sum bara verður útgoldin,
um tryggjaði verður avlamin ella doyr fyri avtalaðu útgjaldingina. Tryggingin
kann eisini verða sett saman við eini avlamisveiting.
Ein
lutaeftirlønarsamansparing
er ein eftirlønarskipan í peningastovni, har
eftirlønarupphæddin verður útgoldin í eins stórum veitingum í 10 ár. Luta­
útgjaldingin skal verða útgoldin kontueigaranum, meðan hann er á lívi. Í
avtaluni skal verða tilskilað inngjaldingartíðarskeiðið og tann árliga inn­
goldna upphæddin. Avrátt skal vera um útgjalding, um kontueigarin doyr.
Áðrenn lutaútgjaldingin byrjar, velur kontueigarin annan henda útgjald­
ingarháttin:
a. Árliga lutaútgjalding, sum er ein upphædd svarandi til virðið á skipanini
fyrst í álmanakkaárinum, býtt við tí áratali, sum útgjalding enn ikki
hevur verið fyri, ella
b. Árliga lutaútgjalding, sum er ein upphædd, sum við óbroyttari rentu í
øllum útgjaldingartíðarskeiðinum hevur eins stórar árligar lutaútgjald­
ingar.
1...,241,242,243,244,245,246,247,248,249,250 252,253,254,255,256,257,258,259,260,261,...284
Powered by FlippingBook