260
17.6. ÁLÍKNING Í DEYÐAÁRINUM
Í øllum øðrum førum, enn tá eftirsitandi hjúnafelagin ger av at sita í óskift
um búgvi, er skatturin hjá tí deyða av inntøkuni í tí inntøkuári, tá andlátið
var, endaligur, tá ið goldin er tann fyribilsskattur, sum fall til gjaldingar und
an andlátinum, ella sum skuldi verið eftirhildin í inntøkum, sum eru vunnar
fyri deyðadagin.
Tað stendur tó bæði búnum og skattamyndugleikunum frítt at krevja enda
liga álíkning fyri tíðarskeiðið frá fyrst í inntøkuárinum til andlátið. Fyri at
skattamyndugleikin skal kunna gera av, um hann skal krevja, at ein endalig
álíkning skal verða gjørd, skal búgvið lata inn uppgerð yvir ogn og skuld
deyðadagin og eina uppgerð yvir inntøkur hins deyða frá inntøkuársins byrj
an til andlátið. Henda uppgerð verður vanliga nevnd ein § 14-uppgerð (§ 14
í skattalógini).
Upp í endaligu inntøkuuppgerðina hjá tí deyða kemur øll inntøka, sum hann
hevur vunnið fram til deyðadagin. Her roknað uppí allar A-inntøkur, eisini
tær, sum ikki eru útgoldnar fyrr enn eftir deyðadagin, og allar B-inntøkur
fram til deyðadagin. Í hesi inntøkuuppgerð verða nýttar somu reglur, sum
tann deyði sjálvur hevði kunnað nýtt. Allar vanligar avskrivingar, burturlegg
ingar o.a. fyri tann lutfalsliga partin av árinum, kunnu so statt verða gjørdar.
Nettoinntøkan skal verða roknað upp til heilársinntøku, og skatturin verða
roknaður av hesum tali. Tann skattur, sum skal verða goldin, skal svara til
tíðarskeiðið frá ársbyrjan til deyðadagin. Fyribils goldin A- og B- skattur í
sama tíðarskeiði skal verða drigin frá hesum tali. Um úrslitið av eini kravdari
uppgerð verður hægri enn 100 kr. búnum til góðar (avlopsskattur), verður
hetta goldið búnum. Verður úrslitið meiri enn 5.000 kr. búnum til skuldar
(írestandi skattur), so er búgvið skyldugt at gjalda írestandi skattin.
Tann írestandi parturin av B-inntøkum frá tíðini eftir deyðadagin og ónýttir
frádráttir, so sum rentufrádráttur, hall av vinnuvirki o.a., verður tá fluttur inn
í búgvið og verður drigin frá í inntøkuuppgerð tess.
Krevur skattamyndugleikin endaliga álíkning, skal hann boða búnum frá tí
innan 2 mánaðir eftir tað, at hann hevur móttikið § 14-uppgerðina. Verður
freistin ikki hildin, missir skattavaldið rættin at krevja endaliga álíkning.