Føroyskur skattarættur - page 269

269
dagliga kassauppgerðin skal vísa kassapening við dagsins byrjan og enda og
inngjaldingar, sum ikki stava frá dagsins sølu, og allar útgjaldingar.
Fyri hvørja skráseting skal vera eitt skjal (
grundskjal
).
Skjøl viðvíkjandi keypi og sølu skulu hava upplýsingar um.
1) navn og bústað hjá ávikavist seljara og keypara,
2) slag, nøgd og upphædd á veitingini,
3) dag, tá ið skjalið er útgivið og
4) møguligt fakturanummar ella samsvarandi samleikaprógv. Virki, sum
næstan bara selja til privatar brúkarar, kunnu lata vera við at flýggja
út eitt skjal, uttan so at keyparin biður um tað.
Í skjølum, ið viðvíkja gjaldingum, skulu standa upplýsingar um:
1) upphædd,
2) dag, tá ið skjalið er útgivið,
3) innanhýsisgóðkenningar og
4) upplýsingar um endamálið við gjaldingini.
18.4. BYRJANARFÍGGJARSTØÐA
OG ÁRSROKNSKAPUR
Tá ið bókhaldsskyldan byrjar, skal verða gjørd ein fíggjarstøða fyri tað
bókhaldsskylduga virkið (
byrjanarfíggjarstøða
).
Fyri hvørt roknskaparskeið skal verða gjørdur ein roknskapur (
ársroknskapur
)
við einum rakstrarroknskapi fyri tíðarskeiðið og ein uppgerð viðvíkjandi
aktivum og passivum (
fíggjarstøðu
) seinast í tíðarskeiðinum.
Byrjanarfíggjarstøðan og ársroknskapurin skulu vera gjørd innan 6 mánaðir
eftir tað, at ávikavist bókhaldsskyldan er byrjað og roknskaparskeiðið er
endað, og har skulu allir ábyrgdarhavandi ánarar skriva undir. Í vinnufeløg­
um skulu tó ábyrgdarhavarar fyri dagliga rakstrinum skriva undir, uttan so at
annað verður kravt í lóggávuni.
18.5. SKATTLIGA UPPGERÐIN OG SKATTLIGA
ROKNSKAPARGRUNDARLAGIÐ
Tann ársroknskapur, ið skal verða latin skattamyndugleikunum, skal vera
settur upp eftir skattligum grundreglum, ella skulu verða lagdar við neyðugar
skattligar broytingar og sundurliðingar.
1...,259,260,261,262,263,264,265,266,267,268 270,271,272,273,274,275,276,277,278,279,...284
Powered by FlippingBook