Føroyskur skattarættur - page 277

277
20. Stuðulsskipanir
Tað hevur verið politisk hugsan at hava eina einfalda og gjøgnumskygda
inntøkuskatting. Løgtingið hevur tí í fleiri umførum broytt skattalóggávuna
seinnu árini, so flestu av teimum skattligu frádráttunum, sum fyrr kundu
verða drignir frá vanligum lønarinntøkum, eru avtiknir. Sum dømi kunnu
verða nevnd rentuútreiðslur av privatum lánum, privatar ferðaútreiðslur og
útreiðslur til dupult húsarhald.
Samstundis, sum nevndu frádráttir vórðu avtiknir, varð nýggj lóggáva sam­
tykt við gildi frá 1. januar í 1997, so borgarin nú hevur møguleika at søkja
um stuðul til umrøddu útreiðslur.
20.1. STUÐUL TIL RENTUÚTREIÐSLUR AV LÁNUM
Talan er um stuðul til rentuútreiðslur av privatum lánum hjá einstaklingum
og við virknaði frá 1. januar 2012 eisini hjá lutaíbúðafeløgum, sum eru
stovnað sambært løgtingslóg um lutaíbúðafeløg. Rentustuðul verður ikki
veittur fyri provisjónir og tílík gjøld.
Rentustuðul verður veittur uttan nakra avmarking til øll sløg av slíkum pri-
vatum lánum, sum eru avtalað fyri 18. januar í 1991.
Er talan um rentuútreiðslur av privatum lánum, sum eru avtalað 18. januar í
1991 ella seinni, verður stuðul einans veittur til rentuútreiðslur av lánum,
sum eru tikin til:
a) keyp ella bygging, umvæling ella umbygging viðvíkjandi egnum bústaði,
b) keyp ella bygging, umvæling ella umbygging viðvíkjandi bústaðaeindum
í lutaíbúðafeløgum,
c) útbúgving,
d) at gjalda ábyrgd (borgan) sambært § 33, nr. 2 í skattalógini, um so er, at
ábyrgdin er avtalað fyri 3. desember í 1994.
Rentustuðulin til rentuútreiðslur av lánunum, sum eru avtalað 18. januar í
1991 ella seinni, er viðvíkjandi bústaði ella bústaðaeindum avmarkaður til
niðanfyri nevndu prosentupphædd av 140.000 kr. (130.000 kr. í 2013,
120.000 kr. í 2014, 115.000 kr. í 2015, 110.000 kr. í 2016, 105.000 kr. í
2017, 100.000 kr. í 2018 og eftirfylgjandi ár) árliga fyri matrikulnummarið
ávikavist bústaðaeindina, har viðkomandi verður hildin at búgva, sum ertann
bústaður, ið viðkomandi persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (har
hann hevur miðdepilin fyri síni lívsáhugamál).
1...,267,268,269,270,271,272,273,274,275,276 278,279,280,281,282,283,284
Powered by FlippingBook