274
Einstaklingar skulu altíð lata inn ognaruppgerð fyri tað árið, teir eru fyltir 16
ár, uttan mun til um broytingar hava verið í árinum í ognum og rættindum.
Í Føroyum verður sum kunnugt ikki lagdur skattur á virðið á fastogn. Enda
málið
við ognaruppgerðini er tí heldur ikki at fáa til vega eitt grundalag fyri
at skatta virðið á ognum.
Endamálið
við ognaruppgerðini er hinvegin at fáa til vega upplýsingar, sum
kunnu tryggja eftiransingina við skattskyldugu inntøkunum. Tá landsstýrið
fyrst í 1960-árunum legði fram uppskotið um, at skattgjaldararnir skulu hava
skyldu til at senda inn ognaruppgerðir, varð sagt í viðmerkingunum, at tað
var gjørt fyri at geva líkningarvaldinum høvi at
eftiransa
muninum, sum er á
ognini fyrst í árinum og seinast í árinum, at meta um inntøkuna og styðja seg
til hesar upplýsingar saman við øðrum, sum kunnu verða útvegaðar. Sagt
varð eisini í viðmerkingunum, at tá so er, at ognaruppgerðin bara skal styðja
líkningarvaldið, er heldur ikki so umráðandi, at ognarvirðini ikki eru sett so
bein, bara tey, um tey annars ikki eru broytt, verða sett í somu hædd ár um
ár, tí so kemur munurin fram í tí partinum av ognini, sum ikki er fastogn.
19.3. UPPLÝSINGARSKYLDA
Fyri at tryggja eftiransingina við álíkningini er ásett í § 118 í skattalógini, at
allir arbeiðsgevarar á hvørjum ári innan 31. januar ókravdir lata upplýsingar
um útgoldnar lønir, fríar ágóðar og annað í undanfarna inntøkári.
Hóast hetta lógarkrav, at arbeiðsgevararnir skulu lata líkningarvaldinum
upplýsingarnar, er tað í verki skattavaldið, sum á hvørjum ári skrivar og
sendir út til arbeiðsgevararnar nevndu upplýsingar úr skattaskránni.
Arbeiðsgevarin hevur afturímóti skyldu til at ansa eftir, at upplýsingarnir,
sum skattavaldið hevur til nýtslu um tann einstaka løntakaran, eru rættar og
fullgóðar og til at boða skattavaldinum frá, skuldu skeivleikar verið.
Eins og nevnt er frammanfyri undir Transfer pricing, skulu einstaklingar og
feløg, sum kunnu verða roknað at hava samanfallandi áhugamál, tilskila á
sjálvuppgávuni slag og vav á handilsligu ella fíggjarligu viðurskiftum sínum.
Annars hava øll vinnurekandi skyldu til
eftir áheitan
frá líkningarvaldinum at
leggja fram roknskapartilfar við fylgiskjølum bæði fyri eldri ár og árið, sum er.
Bankar og onnur, sum taka ímóti innláni til renting, hava skyldu til á hvørj
um ári
uttan at biðið verður um tað
, at lata líkningarvaldinum upplýsingar