273
19. Ársuppgerðin, ognaruppgerðin,
upplýsingarskylda og innheinting
19.1. ÁRSUPPGERÐIN
Einstaklingar, sum einans hava A-inntøku skulu lata inn sjálvuppgávu fyri
eitt inntøkuár í seinasta lagi 1. mai árið eftir, at eitt inntøkuár er endað. Eftir
hetta verður gjørd ein
ársuppgerð
(endalig álíkning)
fyri farna árið. Úrslitið av
ársuppgerðini kann vera, at samsvar er ímillum tann fyribils skatt, sum er
goldin í farna árinum og tann endaliga skattin, sum er staðfestur í árs
uppgerðini. Ein annar møguleiki er, at skatturin sambært ársuppgerðini er
hægri enn fyribilsskatturin. Tá hevur skattgjaldarin skyldu til at rinda „írest
andi skatt“ í trimum javnstórum gjøldum tann 1. mai, 1. juni og 1. juli í
álíkningarárinum. Triði møguleikin er, at skatturin sambært ársuppgerðini er
lægri enn fyribilsskatturin. Tá hevur skattgjaldarin rætt at fáa afturgoldnan
„avlopsskatt“ fyri 1. oktober í álíkningarárinum.
B-skattgjaldarar skulu lata inn sjálvuppgávu í seinasta lagi 1. mai í álíkningar
árinum.
Vinnufeløg, deyðsbúgv o.o. skulu lata inn sjálvuppgávu í seinasta lagi 1. juli
78
árið eftir, at roknskaparárið endaði. Skatturin fellur til gjaldingar avvarðandi
ár í trimum gjøldum 1. oktober, 1. november og 1. desember við gjaldfreist
til 20. í mánaðinum.
19.2. OGNARUPPGERÐIN
Til eina fullfíggjaða sjálvuppgávu hoyrir eisini ein ognaruppgerð, sum vísir
allar ognir og øll fíggjarlig rættindi og tilskilað virði. Einstaklingar, sum ikki
hava bókhaldsskyldu og roknskaparskyldu, kunnu lata vera við at lata inn
ognaruppgerð, um so er, at tað í mun til seinast innlatnu ognaruppgerð ikki
eru broytingar í árinum í ognum og rættindum. Einstaklingar, sum eiga ogn
ir uttanlands, skulu tó altíð lata inn ognaruppgerð.
Einstaklingar undir 16 ár skulu ikki lata inn ognaruppgerð, men ognir teirra
skulu verða tiknar við í uppgerðina hjá tí, sum hevur foreldramyndugleikan.
78 Skattskyldug eftir kolvetnisskattalógini tó 1. juni. Løntakarar, sum rinda bruttoskatt eftir ásetingunum
í kolvetnisskattalógini, skulu ikki lata inn sjálvuppgávu.