265
Verður eitt búgv, sum hevur verið undir almennari skiftisviðgerð latið til
privata viðgerð, áðrenn 15 mánaðir eru lidnir frá deyðadegnum, eru somu
reglur galdandi, sum um búgvið varð tikið til privata skiftisviðgerð beinleiðis
í sambandi við andlátið. Tað er, at 15 mánaða freistin gongur frá andlátinum.
17.13. BÚGV, SUM FARA FRÁ PRIVATARI TIL
ALMENNA SKIFTISVIÐGERÐ
§ 19, stk. 6 í skattalógini ásetur, at verður eitt búgv, sum hevur verið til
privata skiftisviðgerð, aftaná at 15 mánaðir eru gingnir frá deyðadegnum,
latið til almenna skiftisviðgerð, verður tað ikki aftur skattskyldugt, men eru
arvingarnir og eftirsitandi hjúnafelagi framvegis skattskyldugir av sínum
parti í búnum.
17.14. ALMENT SKIFT BÚGV UPPAFTURTIKIÐ
Verður eitt alment skift búgv tikið uppaftur til skiftisviðgerðar, er tað skatt
skyldugt frá tí degi, skiftirætturin endaliga hevur góðtikið at taka tað upp
aftur til viðgerðar. Ásetingin í § 15, stk. 2 í skattalógini um skattafrítøku er
ikki galdandi fyri slík búgv. § 18, stk. 1 í skattalógini ásetur annars, at somu
reglur eru galdandi viðvíkjandi uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni, sum
galdandi eru fyri búgv, sum verða skift beinleiðis í sambandi við andlátið.
17.15. PRIVAT SKIFT BÚGV UPPAFTURTIKIÐ
Í § 18, stk. 2 í skattalógini er ásett, at tá privat skift búgv verður tikið upp
aftur, hvílir skattskyldan á teimum, ið eiga lut í búnum.
17.16. DEYÐSBÚGV SKATTAÁSETT
Deyðsbúgv, sum hava fulla ella avmarkaða skattskyldu til Føroya, skulu eftir
§ 6 í ásetingarlógini rinda 40% av skattskyldugu inntøkuni í skatti til lands
kassan. Búgv, ið verða skift í beinleiðis sambandi við andlátið og endalig bús
uppgerð verður gjørd og latin líkningarvaldinum innan 15 mánaðir eftir
andlátið, fáa 25.000 kr.
í frádrátti í skattskyldugu inntøkuni.
Eftir § 15, stk. 2 í skattalógini kann eitt deyðsbúgv verða frítikið fyri at gjalda
inntøkuskatt, um:
1. Inntøkan hjá deyðsbúnum ikki fer upp um kr. 25.000, og um
2. endalig búsuppgerð verður gjørd og latin skattavaldinum innan 15
mánaðir eftir andlátið.