268
18.3. KUNNGERÐ UM MINSTUKRØV TIL BÓKHALD
OG ROKNSKAP
Tær nágreiniligu ásetingarnar um skattligu minstukrøvini til roknskapar
grundarlagið og ársroknskapin, sum skal verða latin líkningarvaldinum, eru í
kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap. Kunngerðin hevur
heimild í lógini um bókhaldsskyldu, skattalógini og meirvirðisgjaldslógini.
Ásett er í kunngerðini, at bókførslan skal við atliti at stødd og slag av virki
samsvara
góðum bókhaldssiði.
Bókhaldið og roknskapurin skulu verða skipað
so, at roknskapartilfarið verður tryggjað ímóti at vera oyðilagt ella stolið, og
ímóti villum og misnýtslu. Bókhaldið
skal skráseta
alt tað vinnuliga virksemið,
innskot og inngjaldingar í tað, og tað, ið tikið verður út av ogn virkisins.
Bókhaldið skal verða lagt til rættis soleiðis, at allar skrásetingar kunnu
verða fylgdar fram til ársroknskapin. Tølini í roknskapinum skulu kunna
verða loyst upp í tær skrásetingar, sum tey eru samansett av. Sambandið
ímillum tær einstøku skrásetingarnar og ársroknskapin verður nevnt
trans
aktiónssporið.
Í
skrásetingunum og tilhoyrandi skjalatilfari skulu vera tær
upplýsingar, ið krevjast sum skjalprógv fyri rættleikan í skrásetingunum
(
eftirlitssporið
).
Skrásetingarnar skulu verða gjørdar soleiðis, at tann tíðarbundna raðfylgjan
verður tryggjað, og tær skulu vera fullkomnar og haldgóðar. Tær skulu verða
gjørdar so skjótt sum gjørligt, eftir at tey viðurskifti, ið skrásetingarnar vera
grundaðar á, eru til staðar. Alt eftir hvat slag av virki talan er um, kann
skráseting við keypi og sølu tó verða gjørd, tá ið goldið verður.
Skrásetingarnar skulu vísa á tað skjalatilfarið o.a., sum hoyrir til og hava upp
lýsingar, ið gera tað møguligt at fylgja einstøku skrásetingini í bókhaldinum.
Førdur skal verða
gjaldsroknskapur
. Er tað gjørligt, skulu dagliga verða førdar
allar inngjaldingar og útgjaldingar fyri hvønn einstakan post, ella um serligar
sundurgreiningar eru, ein heildarupphædd fyri hvørja sundurgreining. Í
sundurgreiningunum skulu vera upplýsingar um hvønn einstakan post.
Virki, sum fáa kontantar inngjaldingar ella gjalda út kontant, skulu føra
kassaroknskap.
Virki, sum føra kassaroknskap, skulu gera munagóðar kassa
avstemmanir. Tær skulu verða gjørdar javnan og – um ikki stødd og slag av
virki krevur annað – dagliga. Virki, sum grundað á virkisslag ella slag av
handli ikki hava møguleika fyri at nýta kassatól ella føra listar o.a. yvir ta ein
støku inngjaldingina, skulu í minsta lagi gera eina
dagliga kassauppgerð
. Tann