Føroyskur skattarættur - page 278

278
Rentustuðul kann verða veittur í byggitíðini, tó í mesta lagi fyri tey seinastu
tvey árini áðrenn innflyting. Rentustuðulin kann ikki verða útgoldin fyrr enn
flutt er inn í bústaðin og kann ikki veitast til meir enn ein bústað fyri sama
tíðarskeið. Hetta er eisini galdandi fyri sambúgvandi einstaklingar uttan mun
til, um ein ella báðir eiga bústaðin. Stuðulin er avmarkaður til ta til eina og
hvørja tíð galdandi prosentupphædd av 140.000 kr. (130.000 kr. í 2013,
120.000 kr. í 2014, 115.000 kr. í 2015, 110.000 kr. í 2016, 105.000 kr. í
2017, 100.000 kr. í 2018 og eftirfylgjandi ár) fyri hvørt matrikulnummar
uttan mun til, um ein ella fleiri persónar eiga bústaðin.
Stuðulin er fyri árið 2012 37% av teimum rentuútreiðslum, sum geva rætt til
stuðul. Stuðulin lækkar við einum prosenti um árið tíðarskeiðið 2013 –
2014, tá hann er 35% av teimum rentuútreiðslum, sum geva rætt til stuðul.
Treytin fyri at fáa rentustuðul er, at móttakarin hevur fulla skattskyldu til
Føroya, og at móttakarin ikki á annan hátt fær endurgjald fyri rentuútreiðsl­
urnar.
Stuðulin verður bara veittur eftir umsókn og kann ikki vera fyri rættarsókn,
fyrr enn hann er útgoldin. Landskassin er ikki bundin av avtalu um trans-
port, sum móttakarin hevur gjørt um rentustuðulin.
Avgerðir um rentustuðul kunnu innan 4 vikur verða kærdar til kommunalu
skattakærunevndina og so til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Sí t.d. málini
hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá ávikavist 27.10.2004 (mál nr. 04-02-
23-14), 18.05.2005 (mál nr. 05-02-21-35), 07.12.2005 (mál nr. 05-02-23-
18) og 22.03.2006 (mál nr. 05-02-21-46).
20.2. STUÐUL TIL FERÐAÚTREIÐSLUR
Rætt til ferðastuðul hevur hvør persónur,
1) sum hevur lønarinntøku, undir hesum fiskipart og útróðrarpart,
2) sum hevur útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðs­
stað
í Føroyum
, og
3) sum hevur farleið aftur og fram
hvønn arbeiðsdag,
sum er longri enn 20
kilometrar. Harafturat er treytin, at persónurin hevur fulla skattskyldu til
Føroya og býr í Føroyum, og at móttakarin ikki á annan hátt fær endur-
gjald fyri ferðaútreiðslurnar.
1...,268,269,270,271,272,273,274,275,276,277 279,280,281,282,283,284
Powered by FlippingBook