Føroyskur skattarættur - page 275

275
um upphædd á latnum ella góðskrivaðum rentum og afturhildnum rentu­
skatti til teir einstøku kontohavararnar í árinum frammanundan og upphædd
á tí innistandandi um árslok í árinum frammanundan. Somu upplýsingar­
skyldu hava fyritøkur, ið reka fíggjarvinnu, tá tað snýr seg um útlutað vinn­
ingsbýti av virðisbrøvum o.s.fr.
Loyvishavari
, sum sambært løgtingslóg um
kolvetnisvirksemi
hevur fingið
loyvi at forkanna, leita eftir kolvetni og at framleiða kolvetni, hevur skyldu
ókravdur at savna saman og lata skattavaldinum allar upplýsingar um arbeiðs­
avtalur, teir gera við undirveitarar og onnur, sum koma undir ásetingarnar í
kolvetnisskattalógini. Flutningsfyritøkur, sum flyta ferðafólk á øki og av
økjum, har kolvetnisvirksemi er, hava skyldu ókravd at lata skattavaldinum
nøvnini á ferðafólkunum.
19.4. AT INNHEINTA SKATTAKRØV
Skattir og avgjøld, sum ikki verða goldin rættstundis, verða rentað 0,7% fyri
hvønn byrjaðan mánað frá gjaldkomudegnum. Er talan um eftirstøður av
A-inntøkum, verður rentan gjørd upp eina ferð um mánaðin og kravd saman
við írestandi skatti fyri tey ávísu árini.
Verða upphæddir ikki goldnar, tá gjaldfreistin er úti, kann innkrevjingarvaldið
halda aftur
síkar upphæddir við afturatkomnum eykagjøldum, rentum o.tíl.
í A-inntøku skattgjaldarans. Tá slík afturhalding verður sett í verk, skal skatt­
gjaldarin hava fráboðan um tað. Eftirhald av hesum slag kann saman við
A-skatti í mesta lagi verða 65% av A-inntøkuni.
Eftirstøður, undir hesum áløgd sekt til ta almennna, kunnu við afturatkomn­
um eykagjøldum, rentum o.tíl. verða kravd inn við
panting.
Hjúnafelagar ábyrgdast ikki longur fyri skattakrøv hjá hvør øðrum ella hjá
børnum. Eftirstøða hjá foreldrum kann tó verða innheintað í ogn, sum børn­
ini eiga, verður vinningur av ognini eftir § 5, stk. 4 í skattalógini skattaður
hjá foreldrunum.
Loyvishavari
, sum sambært løgtingslóg um
kolvetnisvirksemi
hevur fingið loyvi
at forkanna, at leita eftir kolvetnum og at framleiða kolvetni, ábyrgdast til fulnar
fyri ógoldnar skattir, avgjøld og falnar rentur sambært kolvetnisskattalógini og
aðrari skattalóggávu, sum arbeiðstakari hansara ella undirarbeiðstakari arbeiðs­
takarans ella undirarbeiðstakari í seinna liði skyldar landskassanum
1...,265,266,267,268,269,270,271,272,273,274 276,277,278,279,280,281,282,283,284
Powered by FlippingBook