Føroyskur skattarættur - page 267

267
18. Bókhaldsskylda og minstukrøv til
ársroknskapir
Øll, sum hava skattskyldu til Føroya, skulu á hvørjum ári geva upp inntøku
sína. Sjálvuppgávan hjá vinnurekandi einstaklingum og feløgum skal lúka
ávís minstukrøv fyri at vera fullfíggjað. Slíkt minstakrav er vanliga ein
rakstrarroknskapur og fíggjarstøða í byrjan og enda rakstrarársins. Avleiðing­
in, at sjálvuppgávan ikki er fullfíggjað, kann vera, at líkningarvaldið ásetur
skattskyldugu inntøkuna til eina metta upphædd.
Skattalógin sigur í § 103, at øll tey, ið hava skyldu at føra bókhald, eins og
deyðsbúgv, feløg o.tíl. skulu lata fylgja við sjálvuppgávuni rakstrarroknskap
og fíggjarstøðu í byrjan og enda rakstrarársins. Harafturat hevur landsstýris­
maðurin heimild til eftir tilmæli frá Toll- og skattaráðnum at áseta, at tey, ið
hava
atvinnu,
sum lóggávan annars ikki fyriskipar at hava bókhaldsskyldu,
skulu hava skyldu at føra bókhald, sum líkur krøvini, ið landsstýrismaðurin
setur sum lægsta mark, og at tey, áðrenn sjálvuppgávufreistin er úti, skulu
lata líkningarvaldinum rakstrarroknskap og fíggjarstøðu, ið eru gjørd úr
hesum tilfari.
18.1. BÓKHALDSSKYLDULÓGIN
Løgtingslóg um bókhaldsskyldu (bókhaldsskyldulógin) fyriskipar bókhalds­
skyldu fyri skrásett partafeløg og onnur vinnufeløg, eins og hon fyriskipar
bókhaldsskyldu fyri einstaklingar og feløg, sum hava sjálvstøðuga vinnu av
gjøllari ásettum slag, t.d. handli, framleiðsluyrki av einum og hvørjum slag,
vinnuligum fiskiskapi o.s.fr. Lógin ásetur, at um tey bókhaldsskyldugu eisini
reka aðra vinnu, sum bókhaldsskylda ikki er ásett fyri, fellur slík vinna eisini
undir bókhaldsskyldu.
Allar bøkur skulu verða bókaðar væl og virðiliga og skulu kunna vísa, hvat
virkisøkið fevnir um og ognarviðurskiftini, soleiðis at áhugamálini hjá ognar­
um og almennum myndugleikum verða tryggjað. Bókhaldsskjølini skulu
verða goymd í minst 5 ár aftaná tað, at roknskaparárið er endað.
18.2. ÁRSROKNSKAPARLÓGIN
Partafeløg og smápartafeløg skulu gera ársroknskap og ársfrágreiðing sambært
serligari ársroknskaparlóg.
1...,257,258,259,260,261,262,263,264,265,266 268,269,270,271,272,273,274,275,276,277,...284
Powered by FlippingBook