261
        
        
          
            17.7. § 14-UPPGERÐIN
          
        
        
          § 14-uppgerðin er uppgerð yvir ogn og skuld deyðadagin og ein uppgerð yvir
        
        
          inntøkur hins deyða frá inntøkuársins byrjan til andlátið. Í búgvum, har
        
        
          ognir eru, sum kunnu verða avskrivaðar, skulu hesar ognir í § 14-uppgerðini
        
        
          verða settar til tað skattliga virðið, sum ásett varð seinast í inntøkuárinum
        
        
          undan. Harumframt kann verða roknað lutfalslig avskriving fyri tíðina fram
        
        
          til andlátið eftir somu reglum, sum hin deyði hevði kunnað nýtt í inntøkuár
        
        
          inum. Fyri maskinur, innbúgv og onnur rakstrargøgn verður salduvirðið,
        
        
          áðrenn avskriving verður gjørd, javnað við útvegnarupphæddum og søluupp
        
        
          hæddum á ognum, sum eru útvegaðar ella seldar, eftir at seinasta inntøkuár
        
        
          er endað.
        
        
          Í privatum skifti er tað millummaður arvinganna, sum skal senda inn §
        
        
          14-uppgerðina. Í almennum skifti sendir hjálparin (ein advokatur) hjá
        
        
          skiftirættinum § 14-uppgerðina inn.
        
        
          § 14-uppgerðin skal verða latin inn til skattavaldið innan 6 mánaðir eftir
        
        
          andlátið. Um so er, at avgerðin um, hvussu búgvið skal verða viðgjørt, ikki
        
        
          verður tikin fyrr enn seinni enn 4 mánaðir eftir andlátið, skal uppgerðin tó
        
        
          latast skattavaldinum innan 2 mánaðir eftir tað, at avgerðin er tikin.
        
        
          Ger eftirsitandi hjúnafelagin av at sita í óskiftum búgvi, samstundis sum ser
        
        
          ognin hjá tí deyða verður skift, skal búgvið lata inn uppgerð yvir ogn og
        
        
          skuld, sum á deyðadegnum eru serogn hjá tí deyða. Í slíkum førum skal inn
        
        
          tøkan hjá tí deyða fyri tíðina innan andlátið í síni heild verða skattað eftir §
        
        
          13 í skattalógini, t.e., at eftirsitandi hjúnafelagin verður settur í skatt av allari
        
        
          inntøku hjúnanna í tí inntøkuári, andlátið var, og soleiðis verður fyribils
        
        
          skattur hjá tí deyða ikki mettur sum endaligur, jbr. § 14, stk. 8 í skattalógini.
        
        
          
            17.8. BÚGVIÐ LETUR IKKI INN § 14-UPPGERÐ
          
        
        
          Letur eitt búgv, ið er farið til privata skiftisviðgerð, ikki inn § 14-uppgerð,
        
        
          kann skiftirætturin áleggja búnum eina dagliga sekt. Eisini er heimilað skifti
        
        
          rættinum at taka búgvið til almenna skiftisviðgerð, verður uppgerðin ikki
        
        
          latin inn rættstundis. Eftir § 14, stk. 7 í skattalógini skal skiftirætturin taka
        
        
          búgvið til almenna skiftisviðgerð, er uppgerðin ikki latin inn innan 3 mánað
        
        
          ir eftir tað, at freistin er úti.