254
Útgjøld úr arbeiðsloysistrygging skulu verða tald við í uppgerðina viðvíkj
andi skattskyldugu inntøkuni, og arbeiðsmarknaðarinngjøld kunnu ikki
verða drigin frá í uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni.
Móttakarar, ið fáa eftirløn, og sum ikki eru fyltir 67 ár, kunnu søkja um at
sleppa undan at rinda inngjøld av eftirlønum til Arbeiðsloysisskipanina og
Barsilsskipanina. Henda møguleika hava nevndu móttakarar ikki, tá ið tað
snýr seg um inngjøld til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.
Eftirlønarupphæddin í peningastovni skal verða støðlað í samsvar við reglur
nar í lógini um fíggjarligt virksemi. Tá ið talan er um puljuskipan, kann
peningastovnurin uttan avgjald ella inntøkuskatt fyri eftirlønareigaran flyta
upphæddir av kontantkontuni, sum svara til negativan ávøkstur í puljuni.
Avtala kann ikki vera um útgjalding eftir deyða eftirlønareigarans til onnur
enn næstu avvarðandi hansara ella hjúnafelaga, fráskildan hjúnafelaga, lívs
arvingar, stjúkbørn, fosturbørn ella lívsarvingar teirra.
Rentur og annar vinningur av eftirlønarskipan í tryggingarfelag, peninga
stovni ella eftirlønargrunni skulu ikki verða roknað við í skattskyldugu inn
tøkuna, eins og avgjald ikki verður tikið, so leingi hesar eftirlønir ikki verða
útgoldnar.
Tað er Toll- og Skattaráð Føroya, sum tekur avgerðir at útrokna avgjaldið av
eftirlønarskipanum eftir rentutryggingarlógini. Kæra um avgerð hjá Toll- og
Skattaráð Føroya kann verða løgd fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina inn
an 4 vikur eftir, at Toll- og Skattaráð Føroya hevur tikið avgerð sína.
Rentutryggingarlógin setur einki krav, at Toll- og Skattaráð Føroya skal
góðkenna tryggingarfelagið, peningastovnin ella eftirlønargrunnin, sum
avtalur um eftirlønir verða gjørdar við, ella at hesir stovnar skulu vera í Før
oyum.
16.3.5. Avgjaldsbýtið millum Føroyar og Danmark
Tá ið eftirlønareigari við fullari skattskyldu til Føroya fær útgoldna kapital
upphædd sambært pensionsbeskatningsloven í Danmark eru ásetingarnar
um avgjald í rentutryggingarlógini ikki galdandi.
Avgjaldið av teimum eftirlønarskipanum, sum sambært danskari lóggávu til
lutast Føroyum, fer í landskassan. Landskassin endurrindar tí eftirlønareigar
anum avgjaldið við tí partinum, sum er hægri enn 35% býtt samsvarandi tað
ella tey tíðarskeið, sum eftirlønareigarin hevur havt fulla skattskyldu til
2544