246
16.1. SKATTUR AV INNGJØLDUM 1. JANUAR 2012 OG
SEINNI
Síðan 1. januar í 2012 eru rindað 40 % í skatti av øllum eftirlønarinngjøldum
hjá persónum við fullari ella avmarkaðari skattskyldu til Føroyar. Inngjald til
eftirlønarskipan fevnir bæði um arbeiðsgevaraeftirlønarskipan og privata
eftirlønarskipan. Hjá persónum við fullari skattskyldu til Føroyar var inngjald
til eftirlønarskipan fevnt av burtursíggingarrætti ávikavist frádráttarrætti í
skattskyldugu inntøkuni. Við atliti at privatum eftirlønarskipanum varð frá
dráttur fyri inngjald til eftirlønarskipan og avrokning av eftirlønarskatti upp
gjørd árið eftir, sum ein partur av skattauppgerðini.
Frá 1. januar 2012 hevði føroyskur arbeiðsgevari skyldu til vegna eftirlønar
samanspararar at rinda eftirlønargjald til eftirlønarveitara umvegis aftur
haldsskipanina hjá TAKS samstundis, sum lønin varð flutt, og í samsvari við
eftirlønaravtaluna. Síðani avroknaði TAKS 60% til eftirlønarveitara og aftur
helt 40% í eftirlønarskatti, ið fór í landskassan. Eftirlønarveitari skuldi upp
lýsa eitt felags kontonummar til at móttaka eftirlønargjald vegna eftirlønar
samansparara. Eftirlønarskatturin fall til gjaldingar samstundis sum
eftirlønargjaldið.
Rindaði arbeiðsgevari ikki skattin av eftirlønini rættstundis, kundi TAKS
krevja upphæddina við tilskrivaðum rentum inn við panting eftir ásetingunum
í § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Helt eftirlønarsamansparari ikki sína skyldu at rinda skatt av eftirlønarinn
gjaldi, varð tann skuldkomni skatturin við tilskrivaðum rentum kravdur inn
við skattauppgerð eins og B-skattur. TAKS kundi eisini fremja panting hjá
eftirlønarsamansparara eftir ásetingunum í § 135 í løgtingslóg um landsskatt
og kommunuskatt.
Allar verandi eftirlønarskipanir, ið vóru fevndar av rentutryggingarlógini 31.
desember 2011, verða framhaldandi galdandi og fylgja útgjaldsleistinum, ið
var ásettur sambært rentutryggingarlógini fram til 31. desember 2011.
Skattað inngjald, ið er inngoldið eftir 31. desember í 2011, verður rindað
óskert útaftur, og fylgir útgjaldið teimum ásetingum, ið eru ásettar at galda
frá 1. januar í 2012.