241
        
        
          241
        
        
          grein 21:
        
        
          Virksemi í sambandi við forkanningar, rannsókn ella brúkt
        
        
          kolvetnisfyrikoming
        
        
          grein 22:
        
        
          Aðrar inntøkur
        
        
          grein 23:
        
        
          Ogn
        
        
          grein 24:
        
        
          Deyðsbúgv
        
        
          grein 25:
        
        
          Tvískatting avtikin
        
        
          grein 26:
        
        
          Almennar reglur um skatting
        
        
          grein 27:
        
        
          Bannaður mannamunur
        
        
          grein 28:
        
        
          Mannagongdin, tá ið sínámillum avtalur verða gjørdar
        
        
          grein 29:
        
        
          Limir í stjórnarumboðum og konslaumboðum
        
        
          grein 30:
        
        
          Økisvíðking
        
        
          grein 31:
        
        
          Gildiskoma sáttmálans
        
        
          Tað sæst, at tað er grein 25 í hesi avtalu, sum ásetur, hvussu tvískatting verður
        
        
          avtikin. Í avtaluni við Grønland er tað grein 23, sum ásetur, hvussu tvískatt
        
        
          ing verður avtikin, og í avtalunum við t.d. Bretland og Norðurírland er hetta
        
        
          ásett í grein 22 og í avtaluni við Isle of Man er tvískattaavtøka ásett í grein
        
        
          11.
        
        
          Sum longu nevnt frammanfyri er tað ásetingin í tvískattasáttmálum um tví
        
        
          skattaavtøku, sum ger av, hvussu víkjast skal frá meginregluni, at tað er bú
        
        
          staðarlandið, sum hevur rættin at skatta altjóðainntøkuna. Meginreglan í
        
        
          flestu tvískattasáttmálum er, at bústaðarlandið skal linka (víkja frá hesum
        
        
          rætti) eftir maksimeraða kredittháttinum. Tað ber tó á, at bústaðarlandið skal
        
        
          linka eitt ella fleiri inntøkusløg eftir eksemptiónsháttinum við progressjóns-
        
        
          fyrivarni.
        
        
          Sum dømi um hetta kann verða víst á grein 25 í tvískattaavtaluni millum
        
        
          Norðurlond, har Føroyar sum meginregla skulu linka eftir maksimeraða
        
        
          kredittháttinum, men eftir eksemptiónsháttinum við progressjónsfyrivarni,
        
        
          tá tað snýr seg um lønarinntøkur eftir grein 15
        
        
          76
        
        
          og lønarinntøkur í sam
        
        
          bandi við kolvetnisvirksemi eftir grein 21 í nevndu avtalu. Sí endurgivna
        
        
          brot niðanfyri úr grein 25 í tvískattaavtaluni millum Norðurlond:
        
        
          „Føroyar skulu sum bústaðarland sum meginregla taka av tvískatting soleiðis:
        
        
          a. tá talan er um inntøku, sum
        
        
          
            kann
          
        
        
          vera skattað aðrastaðni, skulu Føroyar
        
        
          76 Eitt dømi um hetta er avgerð
        
        
          
            frá 31.03.2005 (mál nr. 05-02-22-16) hjá Skatta- og avgjaldskærunevnd
          
        
        
          
            ini
          
        
        
          , sum viðvíkti lønarinntøku í Noregi, sum skattgjaldari við bústaði í Føroyum hevði havt eitt stutt
        
        
          tíðarskeið har
        
        
          
            .