248
Einstaklingur, sum er fevndur av eftirlønarskipan uttanlands sum partur av
arbeiðssáttmála við arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, og har arbeiðið
verður útint uttan fyri Føroyar, kann eftir umsókn til TAKS verða undantikin
at rinda eftirløn av inntøku, ið er forvunnin uttanlands. Treytin fyri
undantøku er, at váttast kann, at starvsviðurskiftini eru soleiðis háttað, at
einstaklingurin ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara.
Onnur treyt er, at útlendska eftirlønarskipanin verður mett til í nóg stóran
mun at tryggja samanspararanum eitt nøktandi inntøkugrundarlag eftir
pensjónsaldur. Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður einans roknað
inngjald, sum verður rindað til lívrentu.
Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at allar lønarflytingar eru fevndar
av kravinum um eftirløn. Tað merkir, at eftirløn skal rindast av nevndarsam
sýningum, eyka størvum, yvirtíðararbeiði o.s.fr. Eftirløn skal eisini rindast av
frítíðarlønini.
Tó skal eftirlønargjald ikki rindast av einari røð av veitingum og útgjøldum,
sum eru nærri tilskilað í § 3 í eftirlønarlógini.
Nýggja eftirlønarlógin loyvir frádráttarrætt ávikavist burtursíggingarrætt í
skattskyldugu inntøkuni fyri inngjøld til eftirlønarsamansparing og til
persónstryggingar. Hetta er eisini galdandi fyri sjálvboðin inngjøld.
Útgjald kann ikki byrja fyrr enn samanspararin nær fólkapensjónsaldur og í
seinastalagitanndagin,hannfærfólkapensjón.Ísamansparingartíðarskeiðinum
er alt virðið at meta sum kapitaleftirløn við arvarætti, um samanspararin ikki
hevur gjørt aðra avtalu.
Eftirlønarsamanspararin eigur persónliga sína samansparing, men saman
sparingin er undandrigin hansara ræði í samansparingartíðarskeiðinum, og er
vard móti úttøku ella aðrari rættarsókn frá ognarum. Samansparingin kann
ikki avhendast, veðsetast ella verða nýtt sum mótrokning fyri møguligum
kravi frá eftirlønarveitara og kann ikki verða fyri rættarsókn fyrr enn, hon er
útgoldin.
Eftirlønarsamansparing, sum er inngoldin eftir 1. januar 2014, kann av
gjaldsfrítt verða býtt og flutt millum eftirlønarsamansparingar og eftirlønar
veitararnar hjá hjúnafeløgunum í sambandi við hjúnabandsskifti av felags
búgvi.