247
247
16.2. NÝGGJ EFTIRLØNARLÓG
Við virknaði frá 1. januar 2014 er ásett í nýggjari eftirlønarlóg, at allir ein
staklingar við fullari skattskyldu til Føroya og sum eru fyltir 21 ár, men ikki
hava nátt fólkapensjónsaldur, skulu hava eina eftirlønarsamansparing. Ein
staklingar, ið eru yngri enn 21 ár, kunnu sjálvboðnir rinda til eftirløn, meðan
einstaklingar, ið fáa fólkapensjón, kunnu ikki rinda til eftirløn sambært
nýggju eftirlønarlógina. Einstaklingar í tænastumannastarvi, sum vinna rætt
til tænastumannaeftirløn, skulu ikki rinda eftirløn eftir hesi lóg av
tænastumannalønini. Og einstaklingar, ið eru føddir fyri 1. januar 1954,
hava ikki skyldu til at spara saman til eftirløn eftir hesi lóg, men hava tó rætt
til sjálvboðna samansparing.
Lógin hevur við sær, at einstaklingarnir skulu hava ein eftirlønarsáttmála við
ein eftirlønarveitara, sum ásetur treytirnar fyri eftirlønarsamansparing, ið
skal rindast á eina eftirlønarkontu.
Bundna eftirlønargjaldið er 1. januar 2014 eitt prosent av A-og B-inntøkuni
og hækkar við einum prosentstigi árliga hvønn 1. januar, seinastu ferð 1.
januar 2028, tá árliga eftirlønargjaldið er 15 prosent. Eingin hevur tó skyldu
til at rinda meira enn 150.000 kr. árliga. Eftirlønargjøld, ið eru minni enn 30
kr., verða ikki kravd.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at rinda eftirlønargjøld av A-inntøkum
saman við lønini umvegis eitt av landsstýrismanninum góðkent av
rokningarstað. Einstaklingurin rindar sjálvur eftirlønargjøld av B-inntøkum.
Hesi verða roknað fyri at vera goldin rættstundis, tá goldið verður í seinasta
lagi 1. november árið eftir inntøkuárið.
Eftirlønarveitarar sambært nýggju lógina skulu vera góðkendir av TAKS og
skulu hava heimstað í Føroyum. Eftirlønarveitarar kunnu vera skipaðir sum
lívstryggingarfeløg, eftirlønargrunnar ella peningastovnar.
Einstaklingur, sum í starvi sínum fyri arbeiðsgevara við heimstaði í Føroyum,
er fevndur av eftirlønarskipan hjá donskum eftirlønarveitara, tá eftirlønarlógin
kom í gildi 1. januar 2014, kann eftir umsókn til TAKS fáa loyvi til at halda
fram at rinda til donsku skipanina. Treytir fyri at fáa slíkt loyvi eru, at einki
verður rinda til kapitaleftirløn, og at rinda verður í minsta lagi tað í lógini
ásetta eftirlønarprosentið, men tó ongantíð minni enn 10 prosent av føstu
árslønini. Loyvi er endaliga treytað av, at rinda verða 40 prosent í eftir
lønarskatti við inngjald.