Føroyskur skattarættur - page 240

240
Hóast linkingarhátturin fyri bretsku inntøkuna er kredittur, so kann hægsta
linkingin verða tann føroyski skatturin, sum fellur á ta útlendsku inntøkuna,
og verður tí kr. 9.940,45.
Til samans verður linking fyri útlendskan skatt:
69.166,55 + 9.940,45 = kr. 79.107.
Soleiðis verður í hesum døminum eingin skattur at rinda í Føroyum.
15.8. BYGNAÐURIN Í TVÍSKATTAAVTALUM
Frammanfyri er nevnt, at altjóðafelagsskapurin OECD hevur gjørt avtalu-
fyrimynd, sum flestu lond brúka sum sáttmálaleist.
Enn hava Føroyar ikki gjørt nógvar tvískattaavtalur. Í dagliga arbeiðinum við
skattaspurningum um tvískatting er tað tvískattaavtalan millum Norður-
lond, ið mest verður nýtt. Henda avtalan fylgir í høvuðsheitum bygnaðinum
í fyrimyndaavtaluni, sum OECD hevur latið gjørt. Niðanfyri verður tí víst á,
hvussu henda avtala innihaldsliga er uppbygd.
Innihald:
grein 1:
Persónar, sum koma undir sáttmálan
grein 2:
Skattasløg undir sáttmálanum
grein 3:
Allýsingar
grein 4:
Skattligur heimstaður
grein 5:
Fastur rakstrarstaður
grein 6:
Inntøka av fastari ogn
grein 7:
Inntøka av vinnuvirki
grein 8:
Skipaferðsla og loftferðsla
grein 9:
Virki, sum sínámillum eru bundin hvørt at øðrum
grein 10:
Vinningsbýti
grein 11:
Renta
grein 12:
Nýtslugjald (royalty)
grein 13:
Kapitalvinningur
grein 14:
Frí vinna
grein 15:
Persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum
grein 16:
Nevndarsamsýningar
grein 17:
Listafólk og ítróttafólk
grein 18:
Eftirlønir o.a.
grein 19:
Almenn størv
grein 20:
Lesandi og lesandi í starvsvenjing
2404
1...,230,231,232,233,234,235,236,237,238,239 241,242,243,244,245,246,247,248,249,250,...284
Powered by FlippingBook